Havnar Fimleikafelag: Vunnu, men kundu ikki vinna

Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag var langt fremst í kappingini um Danmarksmeistaraheitið um vikuskiftið niðri í Kalundborg. Men av tí tær eru limir í Ítróttarsambandi Føroya og harafturat eisini gestafimleikarar, fingu tær onki heiðursmerki, hóast tær fingu heilt greitt nógv hægsta karakter

Fimleikur: Fagnaðurin var stórur tá bussurin við gentum 10-12 ár kom aftur til Føroya mánadagin. Við fimleikahøllina á Stórheyggi var skipað fyri stórari móttøku, og har var ein rúgva av fólki komið saman at heiðra gentunum fyri teirra megnar úrslit í Danmark. Hornblástur, fløgg, blomstur, mussar og klemm í langar banar var afturvendandi uttanfyri fimleikahøllina tíðliga seinnapartin mánadagin. Og, ikki heilt uttan grund, vóru genturnar ovurfegnar og ikki sørt bilsnar av stóru móttøkuni.
? Ja, vit hava verið við í kappingini um Danmarksmeistaraheitið, men av tí at føroyingar hava ikki loyvi at vinna, so fingu vit onki heiðursmerki, sigur Inga Thorkildshøj, sum er venjari hjá smágentunum.
Inni í høllini varð borðreitt við smyrjibreyði og køkum, og eisini var ymiskt annað gott til tey ungu. Ein stór vøkur køka stóð á borðinum við áskriftini "Tillukku við sigrinum!".

Føroysk heiðursmerki

Av tí, at Havnar Fimleikafelag metti, at úrslitið hjá gentunum í Danmark var so mikið væl úr hondum greitt, hildu tey, at eftirsum tær vórðu snýttar fyri heiðursmerki í Danmark, so skuldu tær fáa eitt heiðursmerki nú. Eisini varð sagt, at ongin ivi var um, at í teirra eygum vóru tær heilt avgjørt Danmarksmeistarar, líkamikið, hvat reglurnar søgdu.
? Hetta var ein kapping í rútmiskum fimleiki, greiðir venjarin frá. ? Tær skuldu gera tvær seriur. Eina í rútmiskum fimleiki, og so eina har bóltar vórðu brúktir. Í tí rútmisku seriuni fingu tær 8,8, meðan tær fingu 8,2 í hinari, og samanlagt gav hetta 17 stig. Tað liðið, sum varð Danmarksmeistari fekk 15,65 stig, sigur ein errin Inga Thorkildshøj.
? Sjálvandi eri eg glað teirra vegna, men ikki minst tær eru fegnar um hetta úrslitið.
Veitslurómurin í fimleikahøllini á Stórheyggi var stórur. Tá genturnar høvdu fingið heiðursmerki og blómur frá Havnar Fimleikafelag, fingu tær eisini eina rósu, sum eina heilsan frá Býráðnum, sum ikki vildi, at frálíka úrslitið skuldi fara óansað framvið. Eisini hevði 6. a í Eysturskúlanum yrkt ein sang til Havnar Fimleikafelag, har tey ynsktu teimum tillukku.
Sosialurin ynskir Havnar Fimleikafelag hjartaliga tillukku við úrslitinum í Kalundborg.