Havnar Kirkja stongd í tveir mánaðir

Havnar Kirkja - dómkirkja okkara - skal umvælast og verður tí stongd í tveir mánaðar frá 4. januar 1999 at rokna

Eirikur Lindenskov


Komandi sunnudagur - 4. januar 1999, verður seinasta gudstænasta í Havnar Kirkju næstu tveir mánaðirnar. Tí nú verður farið undir síðsta stigið í umvælingini av kirkjuni, sum farin er fram seinastu árini.

Havnar Kirkja er bygd í 1788 og er sostætt ein av okkara elstu kirkjum. Nú umvælingin verður liðug, verður kirkjan sum nýggj, sigur formaðurin í kirkjuráðnum, Per Hansen.

? Kirkjan er nú klødd av nýggjum. Stórviðurin er eisini umvældur og vindeygu skift, eins og kirkjan er isolerað.

? Tað seinasta sum gerast skal, er at taka gólvini upp og stoypa niðri undir, fyri síðani at leggja tey á aftur. Kirkjan er friðað, og verður tí farið fram við varsemi, sigur Per Hansen.

Hóast kirkjan er stongd, so verður skrivstovan opin sum vant. Men hesar báðar mánaðirnar, sum arbeiðið er mett at taka, mugu kirkjuligu handlingarnar fara fram í Vesturkirkjuni.