Billard
Føroyameistarakappingin fyri lið í billard er nú komin í gongd og hava fleiri dystir verið spældir í 2. deild. Havnar Klubbi hevur lagt seg á odda við vágbingum í hølunum. Í innanhýsisdystinum millum bæði oddaliðini vann Havnar Klubbi 12-6. Tó skal sigast, at HK hevur spælt trý umfør, meðan fleiri av liðunum hava spælt eitt. Hyggja vit so at einstøku úrslitunum í kappingunum higartil, so skara ávísir spælarar framúr. Eitt nú Birgir Jacobsen úr VBF, sum hevði 20 eygu í meðal eina kapping, Heimir Ottoson úr Kagganum 17 eygu, Jógvan Jørgensen úr HK 15 eygu, Høgni Højgaard úr HK 12 eygu, Allan Larsen úr KBF 12 eygu, Óli Biskupstøð úr KBF 11 eygu, Rókur Dimon úr TBF 10 eygu, og Hans Jørn Nielsen úr HK 11 eygu í meðal.
Dystir í 2. deild í billard
Havnar Klubbi - Billardfelag Kaggans 10-8
Klaksvíkar Billardfelag - Havnar Klubbi 8-10
Vágs Billardfelag - Tvøroyrar Billardfelag 14-4
Vágs Billardfelag - Havnar Klubbi 6-12
Støðan:
1Havnar Klubbi32 stig (3 dystir)
2Vágs Billardfelag20 stig (2 dystir)
3Klaksvíkar Billardfelag8 stig (1 dyst)
4Billardfelag Kaggans8 stig (1 dyst)
5Tvøroyrar Billardfelag4 stig (1 dyst)
Øll liðini hava spælt tveir dystir uttan Billardfelag Kaggans og Tvøroyrar Billardfelag