Tíðindaskriv
Framsýningin í ár er sum tey mongu undanfarnu árini í Eysturskúlanum. Tann fyrsta var í Kommunuskúlanum í 1975. Sostatt eru 35 ár liðin síðan ta fyrstu hjá kvøldskúlanum. Tað var ein stór og fjølbroytt framsýning. Síðani vaks hon ár um ár til ta higartil størstu, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri setir í Eysturskúlanum leygardagin klokkan 15.
Útboðið av staklærugreinum er í løtuni umleið 130. Hetta kvøldskúlaárið hevur skúlin við túsundtals næmingum – meira enn 2.400 – havt innivist á 44 støðum í Tórshavnar Kommunu.
Tað eru fyrst og fremst tær handaligu lærugreinirnar, ið verða umboðaðar á framsýningini í Eysturskúlanum. Tó eru aðrar ikki handaligar lærugreinir við, eitt nú er kórsangur, rútmiskur tónleikur, sjónleikur, upplestur og dansur á pallinum.
Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli flytir inn í nýístandsett høli eftir páskir. Kommunan hevur keypt húsið hjá Einars Prenti í J.H. Schrøtersgøtu, og kvøldskúlin flytir í fyrstu atløgu inn í tær báðar ovaru hæddirnar. Skúlin fær umframt nøktandi arbeiðsumstøður sítt egna skúlaumhvørvi og møguleika fyri at forma egnu stovnsmentan og læring.
At so nógv fólk ganga í kvøldskúla í Havn er tí, at summi njóta ta góðu sosialu samveru við onnur, summi víðka sín førleika, ið hevur gagnað teimum í teirra gerandisdegi, og onnur, ikki minst fólk úr grannalondum og uttan úr stóru verð vilja læra føroyskt. Og so eru tað tey mongu, ið lata sínar listarligu gávur standa sína roynd. Fyri ikki at siga fólkið, ið vil læra seg at brúka bát, og tey, ið vilja víðka sín kunnleika um Havnar søgu. Haraftrat nema tey sær teldulæru og alnet fyri eldri og fínari matgerð fyri menn og mangt, mangt annað. Alt, ið fær so mong at fylkjast um kvøldskúlan.
Tað er so sjálvsagt, at so nógvar nevndar sum ónevndar lærugreinir vilja sleppa at sýna síni avrik fram. Tí er framsýningin í Eysturskúlanum so margfeld og spennandi. Forsmakkin fingu vit longu seinasta sunnudag í skúlanum í Kollafirði. Ein sera hugtakandi framsýning, ið legði upp fyri avbjóðingunum í Eysturskúlanum hetta vikuskiftið.
Vælkomin á framsýning hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla.