Havnar Róðrarfelag á flaggdagshaldi

Í sambandi við at Havnar Róðrarfelag fyllir 80 ár 25. juni, fer nevndin í felagnum at skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við 80 ára føðingardagin. Fyrsta tiltakið verður longu í dag í samstarvi við Bragdið, sum skipar fyri flaggdagsrenningini. Umframt, at allir rógvararnir hjá felagnum renna, fer felagið at sýna fram fýra bátar. 10-mannafarið Havnarbátin, 8-mannafarið Ørv, 6-mannafarið Gongurólv og 5. mannafarið Sílið.

Bátarnir verða sýndir fram við renniteinin á flaggdegnum. Sílið stendur á Bursatanga, Gongurólvur við rundkoyringini á Eystaru bryggju, Ørvur við EIK Yvir við Strond og Havnarbáturin við nýggja ellisheimið Yviri við Strond. Eftir flaggdagsrenningina klokkan 17.00 er ársaðalfundur hjá Havnar Róðrarfelag. Ætlanin er eisini, at bátar hjá felagnum eru við í mentanarnáttini 8. juni, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Hetta fer felagið at boða frá seinni.

Kappróðrarsøgan í Føroyum er drúgv, tí longu í seinast í 1800 talinum varð róð kapp á ólavsøku. Hetta vóru ikki bygdir kappróðararbátar men 10-mannafør og 8-mannafør, sum vóru brúkt til útróður og flutning millum oyggjarnar. 25. juni 1932 byrjaði søgan hjá Havnar Róðrarfelag. Bygt varð neyst í Álakeri, har pláss var fyri 10-mannafari og 8-mannafari. Fyrst í 60 árunum var bygdur skúrur aftrat neystinum, so 5-mannafarið Sílið kundi standa har.

Niels Juul Arge, sum eitt skifti var formaður felagnum, skrivar í broti í bókini Drekin, at í 1935 kom drekahøvdið at gerast frámerkið hjá bátunum í felagnum. Niels Juul sigur soleiðis: “Víkingarnir hildu drekan ræða mótstøðumenninar.Tí høvdu teir hann fremst á stavninum, tá ið teir fóru í hernað. Jógvan í Skálum gjørdi drekan á Havnarbátin, hann bygdi í 1935. Tí hava vit enn drekan fremst á øllum okkara bátum. Tó ikki til at ræða teir, sum vit kappast ímóti, men sum eitt prýði.

Havnar Róðrarfelag kom at halda til í gamla neystinum til 8. novembur 1975, tá ið nýggja stásiliga neystið varð tikið í nýtslu. Seinni fekk núverandi neyst tvær lonir aftrat. Gamla neystið verður framvegis brúkt, tí har stendur stásiliga 10-mannafarið Havnarbáturin, sum Niclas í Koltri, sáli, bygdi felagnum í 1971. Eldri rógvarar hava umvælt bátin og fara væl um hann. Teir hava fleiri ferðir róð uttanlands á ymsum róðrarstevnum. Felagið goymir ein bát av hvørjari stødd, sum Niclas í Koltri smíðaði felagnum, tí hesir bátar eru partur av søgu felagsins. Niclas í Koltri broytti føroyskan kappróður í 1957, tá ið hann smíðaði 8-mannafarið Miðvingin. Báturin var lættari og gekk skjótari enn aðrir bátar. Niclas gavst at smíða bátar í 1983.

Stór broyting fór aftur fram í føroyskum kappróðri í 1996, tá ið Sámal Hansen úr Runavík fór at smíða bátar, sum vóru enn lættari enn bátarnir hjá Niclasi í Koltri. Nú kundi bátarnir hjá Niclasi ikki brúkast longur, tí teir stóðu seg ikki í kappingini við nýggju bátarnar. Aðrir bátasmiðir hava eisini smíðað kappróðrarbátar.

Havnar Róðrarfelag eigur stórt og stásiligt neyst. Í neystinum stendur 5-mannafarið Títlingur, sum bara verður brúktur til barnaróður, 5-mannaførini Sílið og Drekin, 6-mannafarið Gongurólvur, 8-mannafarið Ørvur og tvey 10-mannafør. Havnarbáturin frá ár 2000 og nýggi Havnarbáturin, sum var flotaður tann 16 apríl í ár. Fólk í felagnum eru ógvuliga væl nøgd at kunna flota nýtt 10-mannafar.

Eins og kappróður kring landið hevur Havnar Róðrarfelagið verið í lítlum aldudali seinastu trý árini, tí ikki er eydnast at manna Havnarbátin. Fólk í felagnum hava vón um bjarta framtíð, nú felagið fyllir 80 ár. Nevndin setir nýggja kós við mannaðum Havnarbáti, øðrum bátum og umvældum neysti. Vit byrja øll veruliga flaggdagin 25. apríl.