Tað var H.C. Andreasen, nevndur Hans á Reyni, tók stig til at P/F Havnar Timburhandil bleiv stovnaður 8. august 1928.
Fimm tey fyrstu árini húsaðist felagið í leigaðum hølum, til tað sjálvt lat bygning byggja á leigaðum øki á Eystaru Bryggju í 1933. Bygningurin var samanlagt 400 fermetrar í tveimum hæddum og kostaði tá 6.000 krónur at byggja.
Virksemið øktist so við og við, sum tíðirnar nú einaferð loyvdi tí. Handilsøkið øktist og bygningarnir vóru útbygdir samsvarandi virkseminum.
Fyrst í 60-unum byrjaði ein rættulig kapping um at ogna sær partabrøv í felagnum. Hetta kom serliga av at Eivind Fosaa, sum hevði lært og starvast hjá felagnum síðan 1936, og hevði vunnið seg upp til at vera eitt av ábyrgdarfólkunum í felagnum, hevði sett sær fyri at fáa ávirkan á felagið ígjøgnum ein størri eigarapart. Hann var sannførdur um, at felagið hevði vakstrarmøguleikar, sum ikki vóru brúktir. Í 1973 avgjørdi Eivind Fosaa sjálvur at taka við leiðsluni í felagnum.
Í januar 1978 lat Timburhandilin upp amboðsdeildina á Hálsi, og 1. apríl sama ár var alt virksemið flutt niðan av keiini. Felagið húsaðist tá í bygningi uppá 3.600 fermetrar samanlagt, umfamt 8.500 fermetra uttanduraøki
Í 1977 lat P/F Havnar Timburhandil upp deild á Sandi.
Virksemið øktist munandi upp í gjøgnum 80-ini, og í 1987 varð neyðugt við enn meira plássi í Havnini og lat felagið byggja enn ein bygning uppá 3000 fermetrar fyri at nøkta tørvinum, ið var.
Men hóast hetta, skuldu tó ganga nøkur ár enn, áðrenn felagið kundi húsast í báðum bygningunum samstundis.
19. desember 1987 hendi ein verulig vanlukka fyri felagið, tá tann eldri av bygningunum og so at siga øll vørugoymslan fórst í støsta eldsbruna í Føroyum nakrantíð. So at siga alt var burtur, ið hevði nakað virði.
Hóast hesa vanlukku, sum flest øll væntaðu fór at seta eitt punktum fyri virkseminum hjá felagnum - í øllum førum sum timburhandli - varð avgjørt at bróta upp um armar og fáa fyritøkuna uppá beinini aftur. Og longu í apríl mánað árið eftir var nýggjur handil í tí bygninginum, sum stóð í ger tá eldsbrunin var.
P/F Havnar Timburhandil keypti í 1989 P/F Snikkaravirkið á Kambsdali. Felagið er í dag ein deild av P/F Havnar Timburhandli.
Í 1991 var flutt inn aftur í bygningin, sum brendi í desember 1987.
Búskaparkreppan fyrst í 90-unum rakti byggivinnina ógvuliga meint og virksemið hjá Havnar Timburhandli minkaði við 70 prosentum í mun til 1988, og starvsfólkatalið kom heilt niðri á 18 í móti 57, tá tey vóru flest.
Grundað á at virksemið innan byggivinnuna var sera lítið, varð í 1994 avgjørt at keypa allar ognirnar hjá P/F Tórplast í Vestmanna og nýtt felag, P/F Vest Pack, varð stovnað.
Sama árið varð móðurfelagið P/F H.T.Holding, sett á stovn, felagið hevur fíggjarligt virksemið sum endamál, herundir at eiga og reka P/F Havnar Timburhandil og tess dóttirfeløg.
Í 1995, tá P/F SMS var farið í gjaldsteðg, setti P/F Havnar Timburhandil helvtina av tí peningi, ið skuldi til at fáa felagið á føtur aftur, í hetta felag. Hesin ognarpartur var varðveittur til 1997, tá avgjørt varð at selja partabrøvini í P/F SMS.
P/F Havnar Timburhandil var somuleiðis við til at seta á stovn aftur flakavinnuna á Sandoynni, og var partaeigari í P/F Sandoy Seafood eitt tíðarskeið. Samstundis setti P/F Havnar Timburhandil á stovn felagið P/F Industry Supply Ltd., ið skuldi taka sær av sølu av pakkitilfari, saman við P/F Vest Pack.. Virksemið varð lagt saman við virkseminum hjá P/F Vest Pack, og í 2001 bleiv felagið tikið av aftur.
Samlaða víddin á handils- og framleiðsluhølunum hjá P/F Havnar Timburhandli - allar deildir og dótturfeløg íroknað - er nú uml.10.000 fermetrar innandura, umframt uml. 20.000 fermetrar uttandura øki. Í øllum deildum og dóttirfeløgum eru í dag umleið 70 starvsfólk. Stjórar í P/F Havnar Timburhandli eru Heini Fosaa og Jógvan Jørgensen.
Í sambandi við 75 ára føðingardagin verður móttøka á Hálsi í dag frá 15-17.