Tað eru nýggjar tíðir í róðrinum millum 10-mannaførini. Í fjør vóru tað Norðingur og Klaksvíkingar, sum kappaðust um sigurin. Norðingur vann tvær tær síðstu kappingarnar, men tað var Klaksvíkingur, sum vann FM.
Í dag bjóðaðu havnarmenn seg fram í spildurnýggjum Havnarbáti, og tað var vorðin sum róður hjá teimum.
Fyri fyrstu ferð síðani í 2008 ella fyri fyrstu ferð í 17 ár var tað Havnarbáturin, sum vann.
Klaksvíkingur var fremstur eftir startspurtin, og Norðingur var næstfremstur, meðan tað sá út til, at Havnarbáturin dragnaði eitt sindur. So skifti myndin, tí Norðingur misti takið, meðan kappingin um fremsta plássið var millum Klaksvíking og Havnarbátin.
Klaksvíkingur hevði leingi stavnin undan, men í síðstu tøkunum vóru tað teir umborð á Havnarbátinum, sum vóru teir drúgvaru og høvdu drekastevnið undan Klaksvíkingi.
Róðurin í dag kundi bent á, at tað í summar verður meiri kapping um fremsta plássið og FM heitið, enn tað hevur verið í fleiri ár.
1 | Havnarbáturin (HR) | 04:45.40 | +00.00 | 7 | ||
2 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:45.47 | +00.07 | 6 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 04:49.18 | +03.78 | 5 |