Í Sosialinum tann 21. januar 1984 er ein grein um økið í Vágsbotni, har sum matstovan Perlan stóð. Havnarfólk ynsktu eftir øllum at døma ikki, at byggjast skuldi aftur á økið.
Matstovan og gistingarhúsið Perlan læt á fyrsta sinni upp í 1942. Tað var Gunnar Olsen sum byrjaði virksemið har, men longu árið efir tók Poul Rasmussen yvir.
Í 1945 keypti Conrad Skaale bygningin og helt fram við matstovuni og gistingarhúsinum. Conrad Skaale seldi Tórshavnar kommunu bygningin í 1957. Tá leigaði Eyvind Binderup bygningin til matstovu. Frá 1964 til 1972 rak Jógvan Samuelsen Perluna. Eftir tað var Perlan brúkt sum spælistað hjá ymiskum orkestrum.
Tá Perlan varð tikin niður, samtykti býráðið at Perlan kundi fara, um annað hús varð bygt har ístaðin. Býráðið hevði eisini fingið teknaða nýggja Perlu, sum eftir ætlan skuldi kosta umleið 1,3 milliónir krónur.
Heðin Mortensen, formaður í mantamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, sigur við blaðið at uppskotini um hvat skal gerast á økinum, har sum Perlan stóð, vórðu almannakunngjørd herfyri og nógv fólk høvdu sagt sína meining um hetta málið. Men líkt var til, at havnarborgarar ikki ynsktu at nakað varð bygt har ístaðin. Fólk vóru samd um, at nú Perlan er burtur, koma kirkjan og bygningarnir á Bryggjubakka veruliga til sín rætt.