Havnar Róðrarfelag gjørdi um seg í kappingini millum gentur í barnaróðrinum á norðoyastevnu.
Tær kappaðust á fimm hundrað metrum, og fyrst á mál var Ingibjørg. Tað er spildurnýgi báturin hja Havnar Róðrarfelag. Næsti kappingarneytin var Sílið, sum Havnar Róðrarfelag eisini eigur.
Ingibjørg var nógv fyrst á mál. Tað vóru tvær bátslongdir millum tveir teir fremstu bátarnar.
Tað var stutt frá Sílinum og aftur til Svalan, og so var tað mesta av einari bátslongd aftur til Fípuna Føgru.
1.Ingibjørg 02.36.23
2.Sílið 02.42.03
3.Svalan 02.42.21
4.Fípan Fagra 02.44.15
5.Firvaldur 02.45.08
6.Frúgvin 02.45.14
7.Ørnin 02.49.17
8.Spógvin 02.50.17
9.Falkur 02.51.02
10.Pílur 02.51.12
11.Knúkur 03.03.24