Havnarkórið aftur á uttanlandsferð

Mentanarkvøld í Helsinki
Mentanarkvøld í Helsinki. Ein meldur av fólki, ið leitar higar og hagar. Øll hava tey okkurt at fara til. Her er sum á ólvassøku. Á torginum við jarnbreytarstøðina undirheldur ein tónleikabólkur við andaligum løgum, og framvið vegunum og á gongubreytunum er ungdómur í ferð við at stilla gassbetongsteinar upp eftir enda. Endaleysar røðir av gassbetongsteinum. Vit spyrja, hvat ætlanin er.
“Domino! Á midnátt verða steinrøðini koppa sum ‘dominobrikkar’. Just for fun!” Greiðir ein unglingi frá. Hann er hvítur av gassbetongstøvi.
Havnarkórið er við í meldrinum og setir sín dám á veitslurómin í sínum føroysku klæðum. Vit eru á veg frá gistingarhúsinum til dómkirkjuna í Helsinki. Hesin veldigi og tignarligi katedralurin, sum varð reistur til heiðurs fyri stórhertugan av Finnlandi, tsar Nicholas I av Russlandi. Kirkjan bar heitið ’St. Nicholas Kirkjan’ til Finnland loysti frá Russlandi í 1917.
Fólk koma og fara, men eini 800-1000 fólk lýða á kórini, ið syngja. Havnarkórið er næstseinast í røðini. Frammanundan hava kór úr Íslandi, Grønlandi, Litava og Svøríki sungið. Fyrsti sangurin á skránni hjá Havnarkórinum er ‘Kirkjan hon er eitt gamalt hús’. Sálmurin breiðir seg í tí serstakliga ljómfagra hválvinum og vevur seg í eftirljómin av finskum kirkjukórsangi, ið lutvís varð andborin av russiskum, traditionellum andaligum kórtónleiki.
The Nordic-Baltic Choral Festival og Samuelskirkjan
Havnarkórið er aftur á uttanlandsferð. Hesa ferð til Keypmannahavnar, St. Pætursborg og Helsinki. Høvuðsendamálið við ferðini er ‘The 7th. Nordic-Baltic Choral Festival’ (NBCF), sum verður hildin í Helsinki 22.-25. august. Kórið var við sum gestur á stevnuni í Íslandi í 2010. Hesa ferð umboðar Havnarkórið Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Tó var at harmast um, at okkara flagg ikki varð tikið við í búmerkið hjá NBCFsamtakinum. Men eftir áheitan frá Havnarkórinum á NBCF umboðsmannafundi, verður føroyska flaggið tikið við í búmerki áðrenn næstu kórstevnuna í Riga í 2015. Framyvir verður eisini frítt hjá føroyskum kórum at verða við á kórstevnum, ið NBCF stílar fyri.
Tann 17. august fóru 39 fólk úr Havnarkórinum úr Vága Floghavn til Keypmannahavn. Kórleiðarar vóru hin navnframi Ólavur Hátún og ‘the coming up man’ í føroyskum kórhøpi, Leif Hansen. Útferðarrómur var á fólki, og veðrið gav vónir um eina væleydnaða ferð.
Fyrsta konsertin var í Samuelskirkjuni á Nørrebro. Samuelskirkjan verður av flestu føroyingum roknað sum ’føroyska kirkjan’ í Keypmannahavn, og prestur er føroyingurin Bergur Jacobsen. Hann tók ímóti kórinum og vísti til rættis. Hann greiddi frá, at Samuelskirkjan verður tikin av sum kristin kirkja í februar 2013. Ein harmilig avgerð, eftir flestu teirra tykki, ið hava sína gongd í kirkjuni.
Klangurin í kirkjuni er framúr góður, og tað kendist sum sang hválvið við tá ið ‘Laudate Dominum’ við Berghild Poulsen sum solisti varð sungin. Flestu av teimum mongu áhoyrarunum vóru kunningar og næstringar hjá kórfólkinum. Eingin ivi um, at hetta var teimum ein rík løta. Organisturin Søren Johannsen lyfti upplivingina við eini framúr góðari framførslu av ‘Tocata og Fuga í D-dur’ eftir J.S. Bach.
Keypmannahavn var í summarhýri, og aftaná konsertina hugnaði kórið sær í at kalla heimligum, vælkendum umhvørvi.
Santa Pætursborg, russiski mentanardepilin
St. Pætursborg er snúningsdepilin í russiska mentanarlívinum, og við fimm milliónum íbúgvum næststørsti býur í Russlandi. Býurin hevur havt skiftandi lagnu, síðan Pætur tsarur hin Mikli grundaði hann 27. mai í 1703. Ófriður, og politiskar kollveltingar hava merkt staðin meinari enn flestu stórbýir í Vesturheiminum. Navnabroytingarnar bera vitnisburð um tilverukreppuna, býnum hevur verið fyri: í fyrra verðaldarbardaga varð heitið Petrograd. Eftir deyða Lenins varð býurin nevndur Leningrad, og í 1991 varð navnið aftur broytt til upprunanavnið St. Pætursborg.
Ferðaleiðarin hjá kórinum er um nakar heimkunnigur bæði í St. Pætursborg og í Føroyum, nevniliga Katja Volovelskaja, sum undirvísir í tvøroyfloytuspæli í Tórshavnar Musikkskúla, og er tvørfloytuspælari hjá Føroya Symfoniorkestri. Katja hevði fyrireikað vitjanir til nøkur av víðagitnastu merkisstøðunum í St. Pætursborg: Vetrarborgina, Nicholavskijborgina, Uppreisnarkirkju Krists, rópt Blóðkirkjan, sum varð bygd á staðnum, har Alexander 2. tsarur í 1881 varð myrdur. Undir kommunismuni varð kirkjan fjald aftanfyri eina timburgirðing, og Katja fortaldi okkum, at hon upplivdi ikki at síggja kirkjuna, fyrr enn í 1991, tá ið Sovjetsamveldið datt sundur. Vetrarborgin er ein stórfingin, ovurmikil bygningur. Sagt verður, at í borgini eru 1.786 hurðar, 1.945 vindeygu, 1.500 rúm og 117 trappur. Umboðshølini eru hvørt prýðiligari enn annað, prýdd við reinum gulli. Vesturevropeisk og russisk myndlist er savnað í stórum tali í teimum ovurhonds prýðuligu salunum. Ein vanligur túrur við leiðvísara er um tjúgu kilometrar – á somu hædd bara. Fjallgongumenn eru í minniluta í Havnarkórinum, so tey flestu vóru fegin um, at túrurin var eftir sløttum. Vitjanin í Nikolayevsky dvorets, var nakað heilt annað. Væl sessað við veitsluborð og aftaná undirhald við russiskum tónleiki, sangi og dansi.
Konsert og russiskur blíðskapur
Kórið hevði eina konsert í St. Pætursborg, og tað var í St. Catharina kirkjuni. Ljóðviðurskiftini har eru stórfingin, við drúgvum eftirklangi, og tí ein avbjóðing hjá bæði kórleiðarum og kóri. Vit høvdu væntað, at fløkja fór at koma í kórsatsirnar. Men so var ikki. Ólavur og Leif megnaðu at stjórna kórinum so frágerða væl, at áhoyrararnir, um hundrað í tali, vóru bergtiknir. Ein úr kórinum, ið hevði mist málið av krími, og tí sat millum áhoyrarnar, var so bergtikin, at hon “..kendi ikki kórið aftur...”. Tað var positivt meint, legði hon dýran við. Eisini Katja var kenslunomin, serliga tá ið síðsti sangurin, ’Føroyar mín móðir’, varð sungin.
Matur og drekka í veitslulag er undirstøðiligur partur av mentanini hjá øllum tjóðum. Líkamikið hvar í heiminum tú kemur í vertskap, er sannroyndin tann sama: vit verða sameind í vinarlag og í besta samljóði. Dagarnir í St. Pætursborg eru ógloymandi upplivingar eisini í so máta, serliga Katju fyri at takka.
Kórstevnan í Helsinki
Føroyingar hava altíð ferðast sjóvegis, tó meiri sjáldan nú loftsamband er við útheimin. Men hugurin til sjógvin fekk kórið at velja ferjusambandið millum St. Pætursborg og Helsinki. Ferðin tók 13 tímar við ferjuni ‘Princess Maria’, ið er 30.000 BRT og sjósett í 1981. Eitt vælrøkt, íheimligt skip og eitt fullkomið sjóborið umhvørvi fyri túrin úr St. Pætursborg til Helsinki. Har føroyingar savnast verður sungið. Kórið sveik ikki siðvenjuna á hesum sinni heldur, og varð mangt lagið sungið afturi á hekkuni á 7. dekki. Í sól og stilli, til sól til viðar fór.
Helsinki, høvuðsstaður Finnlands, dagaði undan flatlendinum í Uusimaa við Finnlandsvíkina fyri sunnan. Svenski kongurin, Gustav I, grundaði staðin í 1550. Skiftandi viðurskifti undir svenskum og russiskum yvirvaldi hava merkt býin bæði politisk, mentanarliga og vinnuliga. Tilknýtið til Russlands man vera líka so tætt sum til hini Norðurlondini.
Kórstevnan var samstundis sum árliga ‘Helsinki Festival’, sum millum annað umfatar ‘The Night of Art’. ’International Council of Societies of Industrial Design’ hevur kosið Helsinki til ’World Design Capital for 2012’. Kórstevnan varð hildin í tí víðagitnu Finlandia Høllini, Finlandia Talo, eitt byggilistarligt meistaraverk, sum tann víðagitni finski arkitekturin Alvar Aalto, teknaði. Finlandiahøllin er vakur bygningur, sum er sermerktur av tí minimalistisku, finsku sniðgevingini. Høllin varð tikin í nýtslu 2.desember 1971. Grannabygningurin er tann glæsiliga Sibelius Musikkhøllin, sum millum annað hýsir symfoniorkestrum, musikkskúla og konsertsali. Ovast á brekkuni omanfyri stendur finski parlamentsbygningurin.
Kórstevnan var frá 22.-25. august. Hon varð skipað í ‘Open singing sessions’, har kórleiðararnir vandu samlaðu kórini við sangum, teir høvdu valt til gallakonsertina. Havnarkórið hevði valt ‘Eg vil mínum Harra prísa’ til hetta høvið. Hugtakandi var at hoyra, hvussu væl tað ljóðaði, tá ið tey meira enn 500 kórfólkini høvdu lært hvønn einstakan sang. Umframt ‘Open Singing Sessions’ vóru ymiskar workshops, har hvør sær kundi vera við eftir áhuga.
Fimtan av teimum 27 kórunum, sum vóru á stevnu, fingu høvi til at framføra sínu egnu, almennu kórskrá á tveimum konsertum. Í Finlandiahøllini sang Havnarkórið sjey føroysk løg, og endaði við einum úrdrátti við føroyskum dansispølum og kvæðum.
Seinna konsertin hjá Havnarkórinum var í Helsinki Katedralinum. Dómkirkjan er ivaleyst gitnasti bygningur og symbol fyri býin. Hátíðardámurin var ásýniligur í tí mektiga kirkjurúminum.
Framúrskarandi ljómurin í kirkjuni bar fram eitt klangmikið samljóð við kórið. Tað hoyrdist á fagnaðinum frá teimum mongu áhoyrarunum. Næstseinasta lagið var finski sangurin ‘Kes?ilta’. Fuglafjarðarprestur, Anne Mette Klemensen, hevði solorøddina. Eftir fagnaðinum at døma, vóru bæði sangvalið og framførslan sera væl umtókt, og ein finni helt fyri, at ongantíð hevði hann hoyrt ‘Kes?ilta’so vakurt framførdan. Kanska var fagnaðurin ikki minni kensluborin av, at fremmant kór við heimstaði í ókendum oyggjalandi í Norðuratlantshavi, hevði tikið sangin til sín.
Leygardagin fyrrapart var kórfólkið alt savnað á dómkirkjutrappuni, ið gongur niðan frá torginum millum ríkisstjórnarbygningarnar, at syngja nakrar av sangunum, sum vórðu vandir á ‘Open Singing. Einki at ivast í, at tað í sjálvum sær er ein uppliving at hoyra slíkt risakór, men hjá kórsangaranum var heldur torført at finna samklang í riðlinum. Fyri at bøta um henda meinboga sungu fleiri kór hvørt sær fyri áhoyrarunum á torginum aftaná konsertina. Teirra millum Havnarkórið.
Ein óvæntað gleði var Havnarkórinum fyri. Á veitslukonsertini síðsta stevnudagin vórðu fimm kór biðin um at syngja eitt lag úr síni konsertskrá. Eitt av kórunum var Havnarkórið. Stevnustjórin, Kari Turunen, presenteraði Havnarkórið sum tað, honum hevði dámt best at hoyra, og hann hevði kosið ‘Tá teir sóu landið’ sum okkara besta lag. Sjálvandi fegnaðist kórið um heiðurin, hóast talan ikki var um kapping av nøkrum slag, men um at miðsavnað leikfólk, ið hava tað til felags, at tey gleðast um at syngja í kóri.