Fíggjarlóg
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, váttar, at hann hevur lovað pening til samferðsluna í Suðuroy. Men eftir at hann hevði latið sítt uppskot frá sær, raðfesti Fíggjarmálastýrið av nýggjum soleiðis, at peningur varð játtaður til skúlabygging í Vági. Tann peningurin varð tikin av §6, sum eru vinnumál. Soleiðis varð havnarlagið í Vági óbeinleiðis flutt upp á land har suðuri, sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum.
Bjarni Djurholm sigur eisini, at hann hevur skotið upp at spara umleið 30 milliónir krónur av viðlíkahaldi, sum umvegis ávís lógaruppskot, hann í løtuni arbeiðir við, so kunnu flytast aðrastaðni. Eitt nú til tunnilsgerð í Suðruoy. Hetta er viðgjørt í samgonguni. Eisini við Tjóðveldisflokkin, sum tekur undir við tí. Og tí veit Hergeir Nielsen væl av, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir eisini á, at samlaða íløgujáttanin til Vinnumálaráðið var upp á 145 milliónir. Av hesum fara 132 til Smyril og Drelnes, so tað er greitt, at trongligt verður aðrastaðni. Eisini á Hovsvegnum, sigur hann.