Ragnar, er hetta ein dreymur, sum er gingin út?
- Ja, tað er tað lutvíst. Vit (Ragnar og konan, blaðm.) hava ætlanir um at vera burtur frá Bretlandi í nøkur ár fyri at arbeiða og uppliva ymsar mentanir. So Brasil er fyrsta stigið á hesi leiðini.
Ragnar Poulsen úr Havn hevur starvast hjá StatoilHydro í skjótt 10 ár. Hann arbeiddi fyrstu árini í London við leiting eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini, men var síðani fluttur til Stavanger eitt skifti orsakað av bygnaðarbroytingum í felagnum. Hann fór aftur til London, men seinastu 3 árini hevur Ragnar arbeitt við oljuleiting í brasilskum øki. Fyrstu tíðina meðan hann búði í London, men nú eru hann og familjan flutt til brasilska stórbýin, Rio de Janeiro, at búgva og arbeiða.
Kanst tú í stuttum lýsa munin á at arbeiða í London og í Rio de Janeiro?
- Tað sum í gerandisdegnum ger størstan mun er uttan iva veðrið, og so tað at búgva úti við havið. At fara frá húsum klokkan 7 á morgni í sólskini og eini 20 hitastigum við útsýni út á sjógv er ein fragd. Hinvegin so er ferðslan nógv betri skipað í London, so tað er lættari at ferðast runt í London enn í Rio. Í Rio er ein noyddur at planleggja dagin meiri neyvt enn í London, greiðir havnarmaðurin frá, sum annars hevur røtur í Gøtu og Runavík.
Fakliga, persónliga og sosialt mennandi
Arbeiðið hjá Ragnari er at leita eftir sonevnda »svarta gullinum« í brasilsku undirgrundini. Eg spyrji hann, um hetta er eitt fakliga spennandi og mennandi arbeiði.
- Fakliga er tað sera spennandi at abeiða við oljuleiting. Tú ert noyddur at arbeiða innan fleiri ymisk yrkisøki samstundis, so sum jarðalisfrøði, jarðevnafrøði og jarðfrøði. Tá ein skal tulka dátur, so sum seismikk, er ikki nóg mikið bara við fakligari vitan, men har krevst eisini hugflog og rúmlig ímyndan. Eitt oljufelag hevur í dag eina ta mest framkomnu KT-tøknina, har tú millum annað arbeiðir í serligum 3D visjónum. Tað kennist sum tú ferðast inni í jørðini, og onkuntíð hveppir tú teg við, tá ein brunnur fer flúgvandi framvið oyrunum, heldur Ragnar skemtandi fyri.
Hvussu vilt tú lýsa arbeiðið hjá tær á persónliga og sosiala økinum?
- Persónliga og sosialt haldi eg, at ein mennist sera nógv. Tú ferðast nógv og arbeiðir saman við fólki úr øllum heiminum. Um tú skal á fund við fólk úr USA, Kina ella Brasil, so noyðist tú at fyrireika teg á ymsan hátt til tess at fáa sum best burturúr. Ein hevur møguleika at læra nýggj mál, og øll familjan fær nógvar spennandi upplivingar saman, greiðir Ragnar Poulsen frá.
Men eru eisini vansar í hesum, til dømis tað at vera útstationeraður?
- Størsti vansin er nokk tann, at ein er langt burturi frá familju og vinfólki heima í Føroyum. Vit royna at vitja heim einaferð um árið og royna sum best at lokka fólk at koma at vitja okkum. Í London hava nógv í familjuni og vinfólkum annars verið og vitjað, og hóast longri er at ferðast nú, so vóna vit at siggja flest møgulig her eisini, heldur Ragnar fyri.
Ragnar hevur eina dóttir, sum gongur í studentaskúla í Føroyum, men takkað verið góðum treytum frá arbeiðsgevaranum er møguligt hjá henni at koma at vitja pápa sín fleiri ferðir um árið.
Ein gerandisdagur í Rio
Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hittir ein føroyskan oljumann í Brasil. So eg spyrji Ragnar, um hann í stuttum kann lýsa ein vanligan arbeiðsdag hjá sær í Rio.
- Trý ára gamli sonur okkara, Thomas, og eg verða heintaðir av bilføraranum klokkan 7 um morgunin. Sonurin verður koyrdur í barnagarð, og sjálvur eri eg á skrivstovuni umleið klokkan 8. So gongur dagurin ofta við at tulka seismikk og aðrar dátur, Regluligir fundir verða hildnir umvegis »videolink« og »net-meeting« við fólk frá StatoilHydro í Noregi. Eisini eru ofta fundir við tað stóra brasilska oljufelagið Petrobras og onnur oljufeløg, ið vit samstarva við í Brasil. Umleið klokkan 5 seinnapart verði eg heintaður og koyrdur heim. Ofta møtast vit familian á Ipanema ella Copacabana strondini at njóta sólsetur og svimja eina løtu í sjónum, áðrenn farið verður heim at fáa okkum ein bita, greiðir Ragnar frá og skoytir upp í:
- Tá er lítli Thomas so troyttur, at hann steinsovnar, so skjótt hann leggur høvdið niðurat.
Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at tá ein sum føroyingur flytir til eitt so stórt og fjarskotið land sum Brasil, um ein tá onkuntíð kennir seg sum eina nál í eini hoyrúgvu. Men hesum vísir staðiliga Ragnar aftur.
- Nei, eg haldi tað er øvugt! Av tí at ein kemur úr einum so lítlum landi sum Føroyar, og frá einum so fámentum fólki, so kenni eg meg altíð væl og sum heima, líkamikið hvar eg eri. Av tí at tú veitst, at tú helst er tann einasti til staðar við eini serstakari mentunarligari bakgrund, so haldi eg at tú sum oftast hevur okkurt íkast til prátið, heldur hann fyri.
Fótbóltur, karneval og samba
Vit tosa jú um Brasil, og nevnir tú Brasil, so noyðist tú av nógvum góðum grundum eisini at nevna fótbólt. So eg spyrji Ragnar, um hann er og hyggur eftir onkrum dysti av og á?
- Ja, vit hava verið á kenda Maracana vøllinum! Tá eg flutti higar hevði bilførarin, sum koyrir meg og familjuna, eina serliga gávu við á flogvøllinum. Hann gav mær beinan vegin eina troyggju hjá kenda fótbóltsfelagnum Flamenco, tí hann vildi vera vísur i, at eg ikki for at halda við skeivum felagi ... Jú, fótbóltinum brenna tey øll fyri, og allastaðni siggjast børn og vaksin spæla bólt frá tíðliga á morgni til langt eftir sólsetur, sigur hann.
Hugsi við mær sjálvum, at so er alt sum tað eigur at vera ...!
Í eygunum hjá flestu føroyingum er Brasil eitt sera fjarskotið og spennandi land, har er heitt, vøkur náttúra, karneval og nógvar baðistrendur. Eg komi at hugsa um, um Ragnar man hava góða tíð til at liggja á strondini, dansa samba ella ganga til bossanova konsertir.
- Ja, i vikuskiftunum eru vit sum oftast ein dag á strondini, tað er har fólk møtast at spenna úr og hugna sær. Vit hava verið til fleiri konsertir, og bilførarin hjá okkum, ið er sera íðin sambadansari og limur í einum av teimum tiltiknu sambaskúlunum, hevur bjóðað okkum við. So man tað ikki fara at eydnast at læra eitt dansifet ella tvey ... ? Tríggjar ferðir um vikuna læra vit so eisini portugisiskt fyri. At tosa málið er ein týðndi táttur til tess at koma undir húðina á fólkinum og mentanini, greiðir Ragnar frá.
Ránsmenn, narkotika og morð
Men vit vita jú, at har er eisini hin síðan. Har er nógv fátækradømi og kriminalitetur. So eg spyrji Ragnar, um hann merkir nógv til tað.
- Fátækradømið er sjónskt, mong heimleys gøtubørn síggjast á gøtunum, og manga staðni í býnum síggjast Favela'ir, tað vil siga fátækrabýlingar, ið eru bygdir á brøttu fjallasíðunum.
- Statistiskt sæð er Rio ein av heimsins mest vandamiklu býum at liva í. Í meðal verða 17 fólk myrd um dagin, men flestu drápini eru i samband við narkotikavirksemi, og hóast flestu fólkini í Favela'unum eru lóglýdnir borgarar, eru flestu morðini við Favela'irnar. Dagliga merkir tú ikki nógv til henda kriminalitetin, og vit kenna okkum trygg á flestu gøtunum mitt í býnum. Vandin fyri at blíva rændur er tó altíð til staðar, og fleiri sum eg kenni hava verið úti fyri hesum. Men um tú verður offur fyri ráni, so er tað sum oftast bert pening, ránsmennirnir eru úti eftir. Og um tú gert sum tú verður biðin, so sleppur tú aloftast frá tí óskalaður, sigur Ragnar.
Við skottryggum bili og privatførara
Ragnar og familja hansara ferðast ikki sjálv í egnum bili, men verða flutt aftur og fram í leigaðum bili við bilførara. Trygdin verður sett í hásæti, og tað er einki minni enn við einum skottryggjaðum jeepi. Eg spyrji Ragnar, um hann kann greiða eitt sindur nærri frá hesum.
- Flestu oljufelog hava sera strangar HSE reglur (HSE stendur fyri heilsa, trygd, og umhvørvi, blaðm.) fyri at byrgja upp fyri burtuflytingum og ráni av bilum og fólki. Til tess at fyribyrgja hesum verður sum oftast ferðast í skottryggum og armeraðum bilum við serliga vandum bilførarum. Til alla lukku er tað sera sjálsamt, at fólk verða burturflutt í Rio, men tað hendir meira týðum í Sao Paulo (størsti býur í Brasil, blaðm.). Ein fyrimunur við at hava serliga vandar bilførarar og armeraðar bilar er eisini, at tú kennir teg meiri tryggan í ferðsluni. Ferðsluvanlukkur eru hóast alt ein størri hóttan enn rán og burturflytingar. Ein annar fyrimunur er eisini, at bilførararnir kenna býin væl og ferðsluna við, og teir duga væl at flyta teg skjótt og trygt frá einum staði til annað, sigur Ragnar Poulsen at enda.