Seinnapartin er so dyggiliga undirstrikað, at FM stríðið bara er ein spurningur millum B36 og HB.
Feløgini í Gundadali vóru á útivølli ímóti teimum, sum sambært støðutalvuni vóru argastu kappingarneytarnir, men tað segði tað sama.
B36 vann 2-1 í Gøtu ímóti Víkingi. Við framúr einmansavrikum løgdu Adeshina Lawal og Lukasz Cieslewicz B36 framum 2-0. Finnur Justinussen minkaði um munin í 2. hálvleiki. Í evstu løtu sendi Víkingur bóltin í málið eftir fríspark, men tað var kolldømt fyri rangstøðu, og B36 er á veg suður aftur við 2-1 sigri.
Eisini HB er á veg suður aftur við 2-1 sigri. Hann varð vunnin í Klaksvík, har KÍ við sera óroyndum miðvølli legði seg framum í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var tað framvegis tætt og javnt, men HB hevði tyngdina og royndirnar, sum skuldu til fyri at vinna fulla úrtøku. Avgerandi maðurin var aftur í dag HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum eftir deyðbóltsstøður skoraði tvær ferðir og harvið syrgdi fyri, at HB fór avstað við øllum stigunum.
NSÍ vann ársins størsta sigur. Tað var á Argjum, har heimaliðið legði rygg til 7-0 tap! NSÍ avrikið var sera sannførandi, meðan AB ikki var at kenna aftur sammett við avrikið í Fuglafirði fyri viku síðani. Stóri maðurin á Argjum var NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði fýra ferðir og harvið aftur lyfti seg so dyggiliga upp á máltindin.
EB/Streymur pressaði allan 2. hálvleik fyri at skora sigursmálið á Skála, men tað eydnaðist ikki, og harvið var úrslitið 1-1.
KÍ-HB 1-2 (1-0)
1-0: Rodrigo Silva 29.
1-1: Fróði Benjaminsen 50.
1-2: Fróði Benjaminsen 74.
Víkingur-B36 1-2 (0-2)
0-1: Adeshina Lawal 5.
0-2: Lukasz Cieslewicz 36.
1-2: Finnur Justinussen 60.
Skála-EB/Streymur 1-1 (1-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen br 18.
1-1: Ólavur Mikkelsen 25.
AB-NSÍ 0-7 (0-5)
0-1: Klæmint A. Olsen 6.
0-2: Klæmint A. Olsen 15.
0-3: sjálvmál 23.
0-4: Andy Olsen 35.
0-5: Árni Frederiksberg 40.
0-6: Klæmint A. Olsen 67.
0-7: Klæmint A. Olsen 72.
B68-ÍF mánakvøldið
Støðan
B36 26
HB 24
NSÍ 14
Víkingur 13
EB/Streymur 13
KÍ 13
ÍF 11
B68 8
AB 7
Skála 5
----
LIÐUGT
1-2
B36 spældi við eld, tá Víkingur eftir fríspark setti bóltin í málið, men linjuverjin kolldømdi fyri rangstøðu!
90) 1-2
5 minuttir lagdir aftrat.
85) 1-2
Víkinga spælararnir detta ofta í rangstøðufelluna, sum Hørður Askham so skilagott stjórnar.
80) 1-2
Nú var um reppið, at Adeshina Lawal økti um leiðsluna. Í vinstru sneiddi hann framvið Geza Turi, men víkingarnir inni á strikuni bjargaðu.
75) 1-2
Eftir langt innkast hevur Víkingur havt fínan møguleika. Hallur Hansson smekkaði til úr góðari støðu, men bólturin rakti mitt á Tórð Thomsen.
Sandi Færø er komin á vøllin í staðin fyri Rasmus Dan Sørensen.
70) 1-2
B36 hevur verið heilt tætt við. Eftir skjótt álop var Adeshina Lawal í góðari støðu, men Geza Turi stórbjargaði.
65) 1-2
Sámal Jákup Joensen er komin inn á Víkinga liðið í staðin fyri Philip Djordjevic. Sámal Jákup er nú vongverji í høgru, og Bárður Hansen er fremstur í vinstru.
63) 1-2: Finnur Justinussen 60.
Eftir fínt álop sendi Hanus Jacobsen bóltin innfyri úr vinstru, og Finnur Justinussen sendi við pannuni bóltin dygst undir tvørtrænum og í málið.
55) 0-2
Hóast Víkingur roynir at leggja trýst á, so er í løtuni einki, sum bendir á, at tað skal eydnast at skelka B36.
46) 0-2
Sølvi Vatnhamar er komin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus.
HÁLVLEIKUR
0-2
45) 0-2
Eftir fínt uppspæl frá Súna Olsen og innlegg úr vinstru frá Hanusi Jacobsen drønstútaði Finnur Justinussen bóltin niður í vøllin og upp um málið. Lítla løtu seinni var um reppið, at Philip Djordjevic stýrdi bóltin í málið.
44) 0-2
B36 hevur gott tak á. Nú hevur miðvallarin Róaldur Jakobsen roynt seg við langskoti, men bólturin fór framvið.
37) 0-2: Lukasz Cieslewicz 35.
Eftir framúr einmansavrik hevur framrættaði miðvallarin Lukasz Cieslewicz sneitt framvið fleiri, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.
24) 0-1
B36 hevur stóru møguleikarnar. Eftir horna var heilt tætt við, áðrenn Víkinga verjan sparkaði burtur.
Tað er framvegis intenst,og talan er um nógvir nærdystir.
15) 0-1
Víkingur er meiri á bóltinum, og nú hevur heimaliðið havt góðan møguleika, men Finnur Justinussen royndi ímóti málinum úr spískum í staðin fyri at spæla púra blanka Philip Djordjevic.
5) 0-1: Adeshina Lawal 5.
B36 tykist halda fram í somu øði. Nú hevur Adeshina Lawal skorað. Eftir fríspæling frá Lukasz Cieslewicz sneiddi hann framvið Geza Turi, sum var á veg út úr málinum, og so trillaði hann bólin í málið.
1) 0-0
Jákup á Borg er so mikið skaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla við B36 í dag.
Víkingur-B36 kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen – Philip Djordjevic, Hallur Hansson, Heðin Hansen – Finnur Justinussen
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Rasmus Dan Sørensen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal
-----
LIÐUGT
1-2
90) 1-2
HB hevur við teprum sigri í Klaksvík syrgt fyri, at trýstið á toppliðið B36 framvegis er stórt. Eftir lúsingin á Toftum fyri viku síðani vísti KÍ væl betri avrik, men úrtøkan var tann sama.
Stóri munurin á liðunum var HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum í 2. hálvleiki skoraði tvær ferðir.
75) 1-2: Fróði Benjaminsen 72.
Besti spælarin í Føroyum hevur fyri aðru ferð í dag skorað, og harvið er HB frammanfyri 2-1. Hesa ferð var tað eftir innlegg og við framúr heilfluktara, at Fróði Benjaminsen sendi bóltin í málið.
65) 1-1
Tað gongur framvegis javnt á. HB er kanska leikliga omaná, men heimaliðið vísir sera góðan hugburð og stríðist væl fyri søkini.
55) 1-1: Fróði Benjaminsen
Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram hevur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen smekkað bóltin upp undir nettakið.
HÁLVLEIKUR
1-0
Eftir at KÍ legði seg framum, hevur heimaliðið verið sera væl við. Serliga óroyndi sentrali miðvøllurin hevur arbeitt nógv.
32) 1-0: Rodrigo 28.
Eftir fríspark úr høgru frá Heðini á Lakjuni datt bólturin fyri føturnar á Rdrigo, sum smekkaði bóltin í málið.
Lítla løtu eftir málið var Páll A. Klettskarð púra blankur, men hann sendi bóltin á góða HB málverjan Teit M. Gestsson.
Klaksvíkingar eru ógvuliga uppsettir í dag.
30) 0-0
HB hevur lagt trýst á heimamálið.
25) 0-0
Tað gongur javnt á, og higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
10) 0-0
Tað er framvegis málleyst, og higartil hava ikki verið upplagdir málmøguleikar.
1) 0-0
Hjá KÍ er, sum sagt frá í morgun, mannfallið stórt. Hjá HB er Andrew av Fløtum ikki við. Hann varð skaddur undir venjing fríggjakvøldið. Tí er René S. Joensen fremsti maður, meðan Símun Samuelsen fyri fyrstu ferð í ár er millum teir fyrstu ellivu.
KÍ-HB kl. 15.00
Dómari: Lars Müller
KÍ: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Ndende, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Ivan Joensen, Ísak Simonsen, Heðin Klakstein – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Rodrigo
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen – René S. Joensen
----
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
3 minuttir lagdir aftrat.
Ferðin er høg.
80) 1-1
Tað er framvegis EB/Streymur, sum pressar fyri at vinna sigursmálið. Skála liðið er kroyst aftur í egnan brotsteig.
63) 1-1
Tað er EB/Streymur, sum er leikliga omaná, og tað hava síðstu løtuna verið fleiri spentar støður frammanfyri Skála málið.
48) 1-1
Skála hevur lagt bragdliga fyri, og eftir innlegg úr vinstru var um reppið, at stútarin við handara stólpa varð vandamikil, men bólturin fór út til málspark.
HÁLVLEIKUR
1-1
44) 1-1
EB/Streymur hevur betri tak á spælinum nú. Skálamenn dúva nú mest upp á langar sendingar fram til Brian Jacobsen, sum er einsamallur í fremstu røð hjá heimaliðnum.
40) 1-1
Leikferðin er eitt sindur lægri, enn hon var fyrstu løtuna, og tað ber við sær, at samanspælið er betri hjá báðum pørtum, enn tað var fyrstu løtuna.
30) 1-1: Ólavur Mikkelsen 28.
Eftir fríspark inn í brotsteigin var tað miðvallarin Ólavur Mikkelsen, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið!
20) 0-1: Hans Pauli Samuelsen br
So hevur EB/Streymur lagt seg framum. Hans Pauli Samuelsen var tryggur úr ellivu metrum, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki.
18) 0-0
Framvegis er tað tætt og javnt. Talan hevur ikki enn verið um upplagdar málmøguleikar. Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar. EB/Streymur er meiri við nú.
10) 0-0
Skála hevur fyrstu løtuna verið greitt omaná. Miðvallarin Ólavur Mikkelsen hevur havt góða roynd, sum málverjin bjargaði. Gunnar Zachariasen hevur havt gott innlegg fyri EB/Streym, men tað varð blokerað.
1) 0-0
Skála-EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Holgar Durhuus, Ólavur Mikkelsen, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen,– Brian Jacobsen
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Gert Hansen, Niels Pauli Danielsen, Pól Jóhannus Justinussen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen
------
LIÐUGT
0-7!!
90) 0-7
85) 0-7: Klæmint A. Olsen
Eyðmýkingin er fullkomin á Argjum, har Klæmint A. Olsen hevur skorað fyri fjórðu ferð í dag Hesa ferð var tað við frísparki, og AB er aftanfyri 7-0!
75) 0-6: Klæmint A. Olsen 72.
So er tennisstøða á Argjum, og enn eina ferð hevur NSÍ liðformaðurin skorað. Klæmint A. Olsen hevur harvið skorað hattrikk á Argjum!
46) 0-5
Jóan Símun Edmundsson er komin inn á AB liðið.
HÁLVLEIKUR
0-5
45) 0-5: Árni Frederiksberg
AB liðið er í upploysn, og tá ið Árni Frederiksberg skoraði, vóru tríggir NSÍ spælarar leysir frammanfyri AB málið.
40) 0-4: Andy Olsen
NSÍ er á veg ímóti stórsigri á Argjum. Beinini eru fullkomuliga tikin undan AB, sum fyri viku síðani stóð seg so væl í Fuglafirði. Nú er tað síðuspælarin í høgru, Andy Olsen, sum hevur skorað, og harvið er støðan 4-0 til NSÍ!
30) 0-3: sjálvmál
Tað gongur av skriðuni hjá AB. Nú er støðan 3-0 til NSÍ. Hesa ferð var talan um sjálvmál, tá ið AB miðverjin Jógvan Isaksen so óheppin at stýra bóltin í egið mál.
0-2: Klæmint A. Olsen
NSÍ og serliga Klæmint A. Olsen hava lagt øgiliga bragdliga fyri. Eftir innlegg frá Sjúrðu Jacobsen hevur NSÍ liðformaðurin við høvdinum stýrt bóltin í málið. Gestirnir eru ógvuliga grammir.
10) 0-1: Klæmint A. Olsen 5.
Eftir at hava sneitt seg leysur úr vinstru og innfyri sendi NSÍ liðformaðurin bóltin í málið.
AB-NSÍ kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
AB: Heðin Stenberg – Martin Midjord, Jógvan Isaksen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen, Kári Nielsen – Hørður M. Mohr, Jónas Stenberg, Sorin Anghel – Leivur Holm Joensen
-------
Fýra landskappingardystir eru á skránni seinnapartin. Felags fyri teir allar er, at bólturin fer á rull klokkan 15.00. Dystirnir eru KÍ-HB, Víkingur-B36, Skála-EB/Streymur og AB-NSÍ.
Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum bestu í dag.