Havnin missir luftina og suðurøkið er við sviðusoð

Fólk vilja ikki longur bara búgva í Havn, men tað knípur framvegis at fáa fólk at flyta til Suðuroyar og Sandoyar

Fólkatalið veksur støðugt í Føroyum, men nú eru tað økini uttanfyri Havnina, sum veksa lutfalsliga mest. Men talan er kortini framvegis um tey økini, sum haðani tað er koyrandi til Havnar, tí tað er nevniliga í Vágum, í Eysturoy og í Streymoy, uttan fyri Havnina, at fólkatalið lutfalsliga veksur mest.

 

Hagstovan sigur í eini nýggjari uppgerð yvir gongdina í fólkatalinum, at tað vanliga hevur verið, at Havnin fer við nógv tí størsta vøkstrinum.

 

Tað plagar at vera so, at Havnin fer við yvir 60 prosentum av fólkavøkstrinum, men nú hevur Havnin mist luftina, tí nú eru tað hini økini, sum fara við næstan 60 prosentum av vøkstrinum.

 

Men í talið er tað framvegis Havnin, sum veksur mest, tí hetta seinasta árið er fólkatalið í Havn vaksið 241 fólk. Men hagsovan sigur, at tað merkisverda er, at í Eysturoy vaks tað næstan líka nógv, ella 206 fólk.

 

Men verður hugt eftir fólkavøkstrinum í prosentum, er tann størsti vøksturin í Vágum, har fólkatalið vaks 2,5 prosent hetta seinasta árið. Í Streymoy, uttan fyri Havnina, vaks fólkatalið 2,1 prosent, í Eysturoy vaks tað 1,9 prosent. Á fjórða plássið koma Norðoyggjar við einum fólkavøkstri upp á 1,4 prosent, og á fimtaplássi kemur so Havnin við einum fólkavøkstri upp á 1,3 posent.

 

Hinvegin gongur strilti at fáa nakran fólkavøkstur í syðra parti í landinum, tí í Suðuroy er fólkatalið bara vaksið 0,8 prosent og í Sandoy er tað vaksið 0,7 prosent.

 

Í miðal hevur fólkavøksturin í Føroyum verið 1,5 prosent hetta seinasta árið, og sostatt er vøksturin í Suðurøkinum bara helvtin av miðalvøkstrinum.