Havnin orkaði ikki ítróttarnátt

Bara átta fólk møttu á Tórsbreyt, tá ítróttarnáttin skuldi byrja í Havn leygarkvøldið, og tiltakið hjá Fleyr í Gundadalshøllini varð avlýst. Hinvegin møttu eini 100 í Runavík og eini 60 á Eiði, so áhugin fyri tiltakinum var til staðar úti um landið

Leygarkvøldið var ítróttarnátt í fleiri støðum kring landið. Undirtøkan var góð allastaðni uttan í Havn, har ein partur av tiltakinum varð avlýstur.

- Tað vóru bara átta á Tórsbreyt, tá tiltakið skuldi byrja, og tá Fleyr skuldi skipa fyri sínum tiltøkum, vóru bara tveir leikarar í felagnum møttir, so tann parturin varð avlýstur. Og tá tað vóru mest í Havn vóru bara eini 30 ungdómar, og tað virkar øgiliga lítið, um vit hugsa um tey 100 í Runavík, greiðir Álvur Hansen, samskipari, frá.

So er veruligi spurningurin, hví havnarfólk møttu so fáment.

- Tað vóru eisini bara fýra feløg av øllum í Havn, sum vóru við til tiltakið, so kanska er tað eisini okkurt har, men eg eri spentur at fáa afturmeldingar um, hví tað vóru so fá í Havn, sigur Álvur Hansen.

Hann greiðir somuleiðis frá, at kanska tey ikki hava lýst á røttum støðum, fyri at røkka teimum ungu, men hann grundgevur eisini við, at tey ungu í Havn, sum ikki íðka ítrótt hava fleiri tilboð enn nógv onnur kring landið, og at tað kann hava havt sína stóru ávirkan.

- Vit siktaðu mest eftir at fáa tey við, sum ikki íðka ítrótt, men tá tey, sum íðka heldur ikki møta, so verða ikki so øgiliga nógv, staðfestir Álvur Hansen, sum harmast almikið, at undirtøkan var so lítil.