Havnin skal hava parkeringstunnil

Ingi Mittún úr Sambandsflokkinum ynskir at flyta parkeringsplássini undir býin.

Eini 150 fólk eru komin til valfundin, sum Miðlahúsið skipar fyri í Reinsarínum í kvøld. Allir flokkarnir, ið stilla upp til býráðsvalið í Havn eru umboðaðir í kvøld.

 

Endamálið við kvøldinum er at geva havnaborgarum eitt breitt innlit í tað, sum tey ymisku valevnini hava uppá hjarta, tá ið umræður stýringina av høvuðsstaðnum. 

 

Á skránni eru tveir stórir pallborðsfundir, har tvey valevni úr hvørjum flokki luttaka.

 

Síðani fara tvey valevni frá hvørjum flokki at seta seg í heita stólin, har tey skulu svara spurningum frá Eiriki Lindenskov og Árna Gregersen. 

 

In.fo er á staðnum og fer at skriva frá kvøldinum og Rás 2 sendir eisini beinleiðis frá tiltakinum.

 

Fyrsta málið á fundinum eru parkeringsviðurskiftini í miðbýnum.

 

Allir flokkarnir eru samdir um, at parkeringsviðurskiftini í býnum ikki eru nóg góð og lova allir at loysa tað. Áhugaverdasta uppskotið kom frá Inga Mittún, valevni fyri Sambandsflokkin, sum skjýtur upp at byggja ein parkeringstunnil undir býnum. Hann væntar, hetta fer at kosta 100 milliónir.

 

Róaldur Jákupsson, valevni hjá Framsókn, ynskir ein bilfrían miðbý, partvís undir taki. Runt um miðbýin skulu so vera fleiri smærri parkeringshús.

 

Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi vísir á, at vánaligu parkeringsviðurskiftini í miðbýnum kostar vinnulívinum í mistum inntøkum. Hon vil tí loysa trupulleikan, eins og at betra um umstøðurnar hjá teimum súkklandi.

 

Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum vísir á, at tá Tórshavnar Havn verður flutt longur út á vágna, verður alt økið á Kongabrúnni, har bilar til Smyril og Norrøna nú standa, tøkt til parkeringsøki. Hann mælir eisini til at byggja eitt parkeringshús við at leggja eitt dekk yvir Kongabrúnni. Tað fer at kosta um 20 milliónir krónur.

 

 

- Um vit ikki loysa parkeringstrupulleikan nú, so kann alt tað góða, vit annars hava gjørt í miðbýnum koyrast í skrellispannina, sigur Tróndur Sigurðsson, valevni hjá Javnaðarflokkinum. Hann sigur, at loysnin er at byggja parkeringshús í Bøkjarabrekku og á Skálatrøð og seinni á Kongabrúnni og lovar, at tvey teirra verða bygd í komandi valskeiði.