Havnin skal menna Føroyar

Tórshavnar kommuna ætlar sær at ganga á odda í arbeiðinum at stega fráflytingini og gera livi- og bústøðurnar betri í Føroyum. Einki ítøkiligt er enn komið fram um, hvat gerast skal

Tað er einn sannroynd, atein stórur partur av ungdóminum, sum fer burtur at útbúgva seg ikki kemur heimaftur. Framskrivingarnar siga, at fólkatalið fer at minka.
Í trý ár hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini ætlan um, hvat gerast kann, og á fundi hóskvøldið samtykti eitt samt býráð at fara undir eina verkætlan við at menna føroyska samfelagið.
Henda ætlan varð løgd fram á fundi í morgun, har 20 umboð fyri kommununa vóru við. Har vóru býráðslimir, deildarleiðarar og onnur starvsfólk hjá kommununi umframt ein konulentur, sum kommunan hevur sett á uppgávuna.
Heðin Mortensen og onnur løgdu stóran dent á, at alt býráðið stendur aftan fyri verkætlanina, og at ætlanin er gjørd í samráð við fakfeløg, vinnulívið og onnur.
Málið er at menna útbúgvingarmøguleikar, lærumøguleikar, býurin skal hava fleiri mentanarligboð, og bústaðarmøguleikarnir skulu betrast. Alt fyri at halda upp á ungdómin.
- Men er hetta ikki ein landsuppgáva, sum kommunan hevur átakið sær?

Skumpa undir landið
- Havnin skal vera drívmegin, sum skumpar undir landsmyndugleikarnar, sigur Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini.
Útbúgving er landsmál, men mentanartilboð og húsabygging eru kommunal.
Upplýst varð á fundinum, at stórir býir sum Stavanger í Noregi og Århus í Danmark hava líknandi verkætlanir, og teimum hevur Tórshavnar kommuna skeitt eftir.
Tað fæst ikki at vita, hvussu nógvan pening kommunan hevur brúkt og fer at brúka upp á hesa ætlanini. Tað liggur alt inni í fíggjarætlanini, sigur Heðin Mortensen, borgarstóri.
Ætlanin, sum løgd varð fram í morgun, var oringar um, at høvuðsstaðurin skal vera livandi og hava avbjóðingar og hava tryggleika og nærleika. Høvuðsstaðurin skal vera virkin, geva pláss fyri nýggjum vinnum, veita góða tænastu og tæna øllum føroyingum.
Einki ítøkiligt varð nevnt. Tað kemur okkurt ítøkiligt fram seinni í ár, varð upplýst.
Kommunan skal í hesi ætlanini samstarva bæði við kommunur og landsmyndugleikarnar.

Miðsavning neyðug
Mest ítøkiliga viðmerkingin kom frá Jan Christiansen, býráðslimi:
- Tað er rætt, at her er einki ítøkiligt. Allir býráðslimir hava síni ynski til framtíðina, og hetta er ein samanseting av øllum teimum ynskjunum.
- Men vit verða noydd til at miðsavna hetta lítla samfelagið. Vit klára ikki at hava fleiri deplar, og tí skal hetta eisini vera ein áheitan á onnur støð um at síggja Havnina sum høvuðsstað.
Býráðslimirnir flenna, tá ið vit spyrja, hví henda visiónin skal hava nakra framtíð, tá ið einki spurdist burtur úr landsins visión 2015.
- Munurin er, at tá var ikki politisk semja tvørtum um andstøðu og samgongu, og landstýrið hevði ikki fakfeløg, vinnulív og onnur við sær, sigur Heðin Mortensen.