Havnin skal mennast sum ferðabýur

Ein bólkur, samansettur av umboðum fyri nakrar av høvuðsaktørunum í føroysku ferðavinnuni, hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu Tórshavn kann mennast sum ferðavinnubýur

Ferðavinna

 

Seinastu 20-30 árini hevur nógv verið tosað og skrivað um, hvussu Føroyar kunnu mennast sum ferðamannaland. Hvussu hetta hevur eydnast, eru tað ivaleyst nógvar meiningar um; alt eftir hvørjum sjónarhorni menningin verður sædd.

Sjálvt um ferðafólkatalið hevur verið vaksandi seinnu árini, merkja gistingarhúsini ikki serliga nógv til hendan vøksturin. Stjórin á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, Johannes Jensen, sigur, at sjálvt ikki í háárstíðini um summarið, er fult á teirra gistingarhúsum.

Ein bólkur, mannaður av umboðum fyri nakrar av høvuðsakrøtunum í ferðavinnuni, hevur gjørt eina støðulýsing og tilmæli um ferðavinna við støði í Tórshavnar kommunu. Bólkurin fekk til uppgávu frá kommununi at orða eitt uppskot um, hvussu ferðavinnan í Tórshavnar kommunu best verður ment, hvussu kommunan á besta hátt kann virka saman við ferðavinnuni, so framtíðar mál kunnu verða rokkin, eyðmerkja og raðfesta ítøkiligu og stuttfreistaðu uppgávurnar, sum skulu til fyri at náa ásettu málunum og eyðmerkja og raðfesta langtíðar uppgávurnar, sum skulu til fyri at náa ásettu málunum.

Skipað varð fyri tíðindafundi á kommunuskrivstovuni á Vaglinum í morgun, har bólkurin, sum varð mannaður í september í fjør, legði fram úrslitið av arbeiðinum. Í bókinum hava sitið Fríðun Jacobsen, Greengate, Hendrik Egholm (seinni avloystur av Jákup Sverra Kass), Smyril Line, Jan Mortensen, Vinnuhúsið, Johannes Jensen, Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, Magni Arge, Atlantsflog, Niels Halm, Norðurlandahúsið og Bjørgfríð Ludvig og Randi Frederiksberg frá Tórshavnar Kommunu.

Bólkurin staðfestir, at størsta avbjóðingini í ferðavinnuni nú er at fáa ferðafólkastreymin støðugari alt árið. Sum nú er, er meginparturin trunkaður saman um summarið, ið skal bera kostnaðin av rakstrinum restina av árinum. Tí metir bólkurin tað vera sera týdningarmikið at økja ferðafólkatalið um heystið, veturin og várið, so ferðavinnufyritøkurnar á tann hátt fáa støðugari rakstur og kunnu verða riknar á hollari inntøkurgrundarlagi. Alt ov nógv gistipláss standa gapandi tóm tríggjar av fýra árstíðunum, meðan tað eru fløskuhálsar um summarið.

Ein trupulleiki, sum fekk nógva umrøðu á tíðindafundinum, er tá Norröna kemur inn mánamorgum um seks-sjeytíðina, har nógv ferðafólk ongastaðni hava at fara, tí handlar og kaféir ikki hava latið upp tá.

Jakup Sverri Kass, marknaðarstjóri á Smyril Line, upplýsir, at ferðaætlanin hjá Norrönu verður broytt komandi ár, so skipið ikki kemur inn fyrr enn klokkan níggju.

 

Havnin er grundstøðið

Tórshavnar kommuna hevur ta fatan, at um ferðavinnan ikki virkar nóg væl í Havnini, so virkar hon heldur ikki aðrastaðni í Føroyum.

Eitt stig á leiðini at betra umstøðurnar varð tikið á heysti í fjør, tá Gistingarhús- og Matstovufelagið varð umskipað til eitt vinnugreinafelag fyri alla ferðavinnuna. Felagið er ikki farið at virka enn, men heldur bólkurin skuldi farið at lætt munandi um samskiftið innanhýsis millum privatu tænastuveitararnar í ferðavinnuni og millum vinnu, land og kommunur.

Johannes Jensen heldur, at ein stórur trupulleiki er loftvegis sambandið við Føroyar, har ongin kapping er. Høvuðorsøkina sigur hann vera tann ótíðarhóskandi flogvøllurin, sum heldur altjóða flogfeløgum frá at taka kappingina upp, so prísirnir lækka. Harafturat heldur hann og fleiri við honum, at ferðaavgjaldið er alt ov høgt.

Bólkurin ger vart við, at nakrar skjótar ábøtur kunnu gerast í sambandi við at kunna ferðafólkini betri: Fleiri on-line bíleggingar-skipanir, On-line skipanir á fleiri málum, betri internet atgongd í kommununi alt døgnið, betri kunning við atkomustøðini hjá ferðamannaskipum, betri kunning um infrakervi og tilboð í býnum, fleiri tilboð lagaði til tey vitjandi við ferðamannaskipunum og fleiri tilboð til tey ferðafólkini, sum bert steðga heilt fáar dagar.

Sosialurin fer í komandi viku at gera meiri burtur úr tilmælinum hjá ferðavinnuni.