Havnin steypavinnari í talvi 2008

Steypakappingin í talvi varð telvað í vikuskiftinum, og eisini var ymiskt annað á skránni, tá talvgalla var seinni um kvøldið.

Talv

 

Steypakappingin í talvi varð fyri fyrstu ferð telvað í fjør, tá Klaksvíkar Talvfelag vann kappingina. Í ár varð telvað eftir sama leisti, har tíggju lið høvdu teknað seg til kappingina. Telvað varð á seks borðum í hvørjum dysti, við 15 min. umhugsunartíð til hvønn telvara.

 

Havnin tók øll á bóli

Tað er eingin loyna, at flestu høvdu rokna við, at kappingin fór at standa millum Vestmanna og Klakvíkina, av tí at Havnin ongantíð kom heilt inn í hitan í liðkappingini.

Munurin á Havnaliðinum í steypakappingini og liðkappingini var, at Helgi D. Ziska og Martin Poulsen høvdu býtt um pláss soleiðis, at Helgi sat á fyrsta borði, og Martin sat á øðrum borði. Helgi D. Ziska fekk 8½ av 9 stigum, meðan Martin Poulsen 9 av 9.

Bæði Havnin og Vestmanna løgdu øgiliga hart út við at vinna fleiri 6-0 sigrar. Her drógu tey bæði liðini veruliga frá klaksvíkingum, sum høvdu eina heldur slakari byrjan.

Vestmanna fekk eitt veruligt skot fyri bógvin, tá teir taptu 4-2 móti Sandavági í sætta umfari. Klaksvíkingar vunnu 6-0 á Sandavági í sjeynda umfari, og gjørdi hetta, at Klaksvíkingar lógu eitt stig frammanfyri Havnina áðrenn seinasta umfar.

Klaksvíkingar møttu tó fyrsta liði hjá vestmenningum í seinasta umfari, har Havnin møtti øðrum liði hjá vestmenningum.

Klaksvíkingar megnaðu at vinna vestmenningar 3½ - 2½, men Havnin vann sín dyst 5 – 1 og fekk harvið sníkt seg eitt ½ stig fram um klaksvíkingar. Sostatt gjørdist Havnin steypavinnarar 2008.

 

Helgi aftur ársins telvari

Seinni um kvøldið varð talvárið endað við einum gallakvøldi, har telvarir skuldu heiðrast. Millum annað skuldi veljast ársins telvari. Her vóru tríggir telvarir frammanundan valdir út, har møguligt var at atkvøða, hvør av hesum skuldi fáa heitið. Teir í vóru í uppskoti vóru: Helgi D. Ziska, Heini Olsen og Olaf Berg, sum gjørdist Grand Prix vinnari.

Heini hevur vunnið sær ein IM norm, og hevur tí givið Helga harða kapping, men Helgi hevur eisini havt eitt framúr kappingarár, og var eisini favorittur hjá fjøldini.

 

Herborg ársins stjørnuskot

Ársins stjørnuskot var valt eftir sama leisti, sum ársins telvari, og her vóru trý í uppskoti: Rógvi E. Nielsen, Herborg Hansen og Sára T. Olsen.

Rógvi hevur víst góðar dygdir við at vinna 1. bólk í FM fyri einstaklingar, meðan Heroborg og Sára vunnu báðar eitt bronsumerkið í NM fyri gentur. Tað er óivað serliga tað, at Herborg gjørdist tann fyrsti kvinnuligi vinnarin av FM fyri unglingar, ið hevur givið henni flest atkvøður.

 

Gutti heiðurslimur.

Tað er ikki ofta, at Talvsambandið velur at luta út hendan heiður. Tað eru fáir, ið hava fingið hendan heiðurin áður, ið bert verður givið fyri drúgva tænastu fyri føroyska telving. Teir, ið áður hava fingið hendan heiður eru: Hans Petersen, Jákup Thomsen, Niels O. Durhuus, Heri Thomsen, Justinus Hansen.

Gutti varð heiðrarur fyri sín leiklut sum formaður í Talvsambandi Føroya, Sandavágs Talvfelag og og alt annað, hann hevur gjørt fyri føroyska telving.

 

Vakrasta talv á fjórða sinni

Ein dómsnevnd hevur mett um talvini í FM fyri einstaklingar, har veljast skuldi vakrasta talvið, ið telvað varð í FM. Hendan heiður hava Rani Nolsøe og Ólavur Simonsen vunnið oftast, ið er tríggjar ferðir í part. Ólavur megnaði í ár at slíta seg leysan frá Rana við talvinum, ið hann vann á Martini Poulsen, og situr nú einsamallur á tí metinum.

 

Endaliga støðan í steypakappingini gjørdist:

Steypakappingin 2008 Stig

Havnin 44

Klaksvík 43½

Vestmanna 39½

Sandavágur 36

Toftir 26

Havnin 2 20

Klaksvík 2 19

Rókur 19

Vestmanna 2 14½

Sandavágur 2 7½