Tað er í stóran mun tann sama gongdin, ið hevur verið at sæð seinastu mánaðirnar, ið heldur fram í seinastu hagtølunum frá Hagstovu Føroyar yvir broytingar í fólkatal.
Meðan Havnin gongur á odda fyri einum vøkstri, ið flest øll økir í landinum fylgja, so stendur tað í stað á Sandoynni, meðan myrk skýggj eru at hóma yvir Suðuroynni.
Í miðal er fólkavøksturin frá 1. mai 2015 til 1. mai 2016 1,2 prosent fyri alt landið, hóast talan er um eina minking á 1,5 prosent í Suðuroynni.
Serliga er tað Tórshavnarøkið, ið gongur á odda, og er fólkatalið har vaksið við 319 persónum seinasta árið. Í prosentum er talan um ein vøkstur á 1,7 prosent, ið er tað sama sum í restina av Streymoynni, og 0,1 prosent minni enn í Vágoynni.
Um hugt verður eftir Suðuroynni sæst, at fólkatalið har er minkað við 72 fólkum farna árið, har tað serliga stendur illa í Tvøroyrar kommunu, har 32 færri fólk búgva samanborið við 1. mai 2015.
Størsta prosentvísa minkingin á oynni er tó í Hovi, har fólkatalið er minkað við 10,1 einum prosenti, ið er 12 fólk.