Havrættarráðstevna í Keypmannahavn

Bjørn Kunoy, professari, er ein av fyriskiparunum og røðarunum á havrættarráðstevnuni í Keypmannahavn

Fríggjadagin 10. mars skipar Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet fyri havrættarráðstevnu á juridiska fakultetinum í Keypmannahavn

 

Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST varð gjørdur, skipa Fróðskaparsetur Føroya og KU fyri havrættarráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin á juridiska fakultetinum í Njalsgade 76.

 

Á skránni eru røðarar, sum koma frá universitetum í Europa og USA, skrivar setur.fo.

 

Fyriskipararnir, sum eru Yoshifumi Tanaka, professsari í havrætti á KU, og Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, fara at ritstjórna eina serútgávu í altjóða tíðarriti við greinum hjá øllum røðarunum. Hetta tíðarritið kemur út í 2024.

 

Bjørn Kunoy fer at sita í paneli saman við Yoshifumi Tanaka og Antonios Tzanakopoulos, sum er professari í altjóða lóg á University of Oxford.

 

Slíkar ráðstevnur kosta nógv at fyriskipa, og Fróðskaparsetur Føroya takkar fyri stuðulin, sum Reiðarafelagið hevur latið til fyrireikingarnar av hesi ráðstevnuni, skrivar setur.fo.

 

Skráin fyri ráðstevnuna kann lesast her.

 

Bjørn Kunoy, professari, er ein av fyriskiparunum og røðarunum á havrættarráðstevnuni í Keypmannahavn