Fýra ymiskar lutir í fimm pørtum fingu kavararnir upp av Jólaskipinum mikudagin. Maskintelegrafurin á brúnni var í tveimum pørtum. Fóturin til ein annan telegraf, róðurstamman og eitt kúgveyga vóru teir lutir, sum fingnir vórðu upp av havsins botni á hesum túrinum.
Danska kavaraliðið, sum komið er hendanvegin at kava eftir lutum frá Jólaskipinum, telur fimm mans. Hesir eru servandir til at kava á djúpum vatni. Og tað krevst serlig venjing til at fara heilt niður á 100 metra dýpi. Tí farið verður skjótt niður, meðan spakuliga verður komið uppaftur. Hetta er gjørligt við útjavning av trýstinum ávegis. Niður má ganga skjótt, meðan lagaligari verður borið at á veg uppaftur.
Mikudagin barst tí eina dananum frá, so teir noyddust at broyta løgdu ætlanina eitt sindur. Men samanlagt gjørdist úrslitið so mikið gott, at einki varð klagað, tá liðugt var, kortini.
Spennandi
Í bygdarhúsinum í Hvannasundi, har kavaraliðið býr, er spenningurin mestsum til at taka í mikumorgunin. Fólk er á gongd. Kavararnir og hjálparfólk teirra eru úttørnað. Soviposar liggja á madrassum á gólvinum. Onkur situr og lesur bløðini, sum komin eru í morgun. Onkur fær sær ein bita. Ein er farin út at fáa hendur á nøkrum kaffipakkum, tí nú var gingið undan, og ikki ber til at fara ein heilan dag á flot uttan kaffi.
Ein flokkur av pressufólki er komin og troðkast inn í tann framman undan væl mannaða køkin. Tosað og skemtað verður og malið aftur og fram.
Kyrrindi eru í Fugloyarfirði klokkan 11.39 hendan dagin. Farast skal frá landi í so mikið góðari tíð, at klárt er at fara niður á sjálvum kyrrindunum, so tá klokkan er farin gott og væl av níggju, verður farið yvir á brúnna í Norðdepli, haðani siglt verður.
Brunnbáturin Dragaberg, sum virkað hevur sum kavaraskip hjá »ekspeditiónini«, kemur flaggskrýddur norður gjøgnum Hvannasund.
Ingi, skiparin, hevur gjørt seg út til, at í dag skal tað verða. Hann hevur hongt vimplar og skelti hjá teimum, sum peningaliga hava stuðlað tiltakinum, í mastrar og antennur. Merkið veittrar, sum vera man, eisini yvir Dragabergi hendan morgunin.
Við góður treysti fara fólk at skipa inn. Nógv er útgerðin. Fløskur og onnur kavaraútgerð. Klæði, proviantur, fotoútgerð og so framvegis. Tveir gummibátar skulu eisini við. Teir verða hongdir afturút.
Men so eru tað veðurlíkindini og ikki minst alduhæddin. Spennandi er, hvussu her fer at roynast. Líkindini her innansyndist tykjast vera í lagi, men tað er nú ikki her, kavast skal.
Og Ingi, skiparin, sum komin er uttan av havi í morgun, letur einki at soleiðis. Hann heldur alduna vera í so høga, men vil einki útiloka kortini.
So verður farið. Suður gjøgnum Hvannasund, runda Sundaberg og norður gjøgnum Svínoyarfjørð.
Ingi hevur einki álit á skadduni, sum hongur niður yvir Havnartind. Hon kann fara at geva trupulleikar seinni, óttast hann fyri. Hon plagar at gera vind, greiðir hann frá.
Meðan siglt verður, verður tosað um, um nú boyan, sum løgd er at merkja vrakið, man liggja har, hon var løgd. Fyrr er hent, at hon hevur slitið, og so mátti leitast aftur. Hóast Ingi hevur neyvu positiónina inni á plottararnum, er ikki bara sum at siga tað at raka snórabeint, tá kavað verður á stórum dýpi. Tá er ein standari góður at lesa seg niður eftir.
Sum vit koma norðureftir, verður dúgliga hugt at radaranum fyri at vita, um eitt útslag man fara at vísa seg.
Jú, nú var hon har, og tað lætti hjá fleiri, at hesin trupulleikin ikki skuldi vera, at leitast mátti av nýggjum.
So flotnar
Spenningurin veksur, sum menninir eru farnir at gera klárt at kava. Fólk er farið í báðar gummibátarnar, sum skulu liggja hjá boyuni. Einir tveir hjálparkavarar gera seg eisini klárar.
Annar skal liggja í sjónum hjá boyuni og vera djúpvatnskavarunum til hjálpar, tá teir koma longri upp aftur í sjógvin. Hin skal vera klárur at gera fast á tað, sum teir helst fara at senda upp av botni við ballónum.
Teir kava, og so er bara at bíða, til eitthvørt fer at henda. Og tað er ikki leingi at bíða, so støkkur ein reyð boya langt upp úr sjónum, og róp kemur í. Hatta var tann fyrsta, sum teir sendu upp.
Men okkurt var ikki heilt í lagi, tí boyan minkaði í so skjótt, og tók at tyngjast hóttandi í sjónum. Men teir í gummibátunum vóru klárir og fingu hendur á boyuni og tóku inn tað, sum hongt var í.
Tað var maskintelegrafurin.
Lagt varð at Dragabergi, og fongurin fingin umborð. Og hetta var dagur í viku. Hurrarópini geltu, og menn slerdur hendur saman í ovfarakæti, nú fyrstu lutirnir, sum longst hevði verið eftir, vóru komnir undan kavi.
Men nú var ikki at bíða, tí nú gekk skjótt. Tað kom heilt skjótt ein boya aftrat sendandi við nógvari ferð upp gjøgnum sjógvin. Róðurstamman. Og frøin og spenningurin vuksu.
Spenningurin, tí nú varð bíða eftir eini stálkurv, teir høvdu at fylla í slíkt, teir funnu á botni.
So var eitt øgiligt sprutt og ein blástur sum frá einum stórhvali, tá ein stór, gul boya kom sendandi sjóleys nakað frá skipinum. Gummibátur og kavari vóru á henni beinanvegin, tí her kundi vera tann størsti fongurin í. Satt at siga gingu menn við eini stillari vón um, at teir fóru at finna skipsklokkuna og fáa hana upp við kurvini.
So var kortini ikki. Men heilt sørt var tó ikki. Ein fótur til ein annan maskintelegraf og eitt kúgveyga av skipinum vóru í kurvini.
Tá alt var komið á dekkið á Dragabergi, var bara at hava tol. Nú fóru at ganga einir tveir tímar, til kavararnir komu upp.
Teir mugu nevniliga ansa sera væl eftir ikki at koma ov skjótt upp av so stórum dýpi. Tað er beinleiðis lívshættisligt.
Teir hava merkt sær standaran við ávísum millumrúmum, sum teir so steðga við, so hvørt tíð er. Og professionellir sum teir eru, gekk hetta bara heilt væl.
Her er tað, alduhæddin er so umráðandi. Tí tað er sera tungt at hanga í einum enda einastaðni í miðum sjógvi, meðan streymurin alla tíðina vil fara avstað við tær. Tí er umráðandi, at rímiliga friðaligt eisini er upp og niður.
Bíðað varð í spenningi fyri at vita, um teir kanska høvdu onkran lut uppi á sær, tá teir komu. Men so var ikki.
Tó so, teir høvdu funnið ein borðisk, sum teir høvdu tikið, men vóru so óhepnir, at teir mistu hann, meðan teir steðgaðu á einastaðni á veg upp.
Slíkt hendir, og verður bara tikið við í ætlanina sum tað, tað er, segði verkætlanarleiðarin og ypti øksl.
Dreymurin
Hetta var bara dreymurin, sum gekk út, sigur Heri Andreasen, sum er tann, ið leiðir verkætlanina við Jólaskipinum.
Hann sigur, at ætlan teirra frá fyrstan tíð var at finna skipið og filma tað. Bar so til at fáa eitthvørt upp av skipinum, var hetta bara ein frálíkur síðuvinningur at fáa.
Og vinningin hava teir nú fingið, fegnast hann um. Tó verður farið einaferð aftrat niður aftur, áðrenn givist verður á hesum sinni. So er spenningurin mest um, hvørt teir finna klokkuna ella ikki.
Ein kassa hava teir sæð, sum teir hava verið serliga áhugaðir í at fáa latið upp. Tosað hevur verið um, hvørt tað mundi vera ein pengakassi. men tað heldur Heri Andrasen ikki, at tað er. Hesin kassin líkist nógv teimum lóðurkassunum, teir hava sæð á trolaranum Lincoln City, sum varð bumbaður og sakk í Nólsoyarfirði. Og tí verður mett, at í hesum kassanum eisini er lóður, sigur hann.
Menn koma upp aftur ein fyri og annar eftir. Teir verða tiknir inn, og útgerðin loyst av teimum. Tó sleppa teir ikki luftslangunum heilt, men verða liggjandi slættir eina góða løtu við lungaautomatunum tilsettum.
Men so er eisini tíð at fegnast um fongin. Og tað gera teir veruliga. Ynskja hvør øðrum tillukku og verða avmyndaðir.
Meðan bíðað hevur verið eftir, at kavararnir skuldu koma uppaftur, hevur fólkið á skipinum havt tíð at fingið sær ein bita og hugt at umstøðunum annars. Skaddan á Havnartindi er bara síðkað, og nú eru glaður at síggja inn móti Viðoynni.
Tosað varð um, at tað var kanska eitt sindur langligt at ganga her fyri einki. Rættari hevði verið at havt snørið við. Men tað gerst einki við tað nú.
At kavingin í Fugloyarfirði hevur áhuga millum fólk sást, tá komið varð aftur at landi. So hvørt sum Dragaberg tók seg norður gjøgnum Hvannasund, vaks mannamúgvan á bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki.
Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði.