Havsins silvur í Leirvík

Úr Leirvík verður sagt, at Jupiter hevur fiskað sildina, sum Tavan arbeiðir, og fiskurin er framúr

Á Tavuni í Leirvík hava tey seinastu dagarnar arbeitt sild.

Sildin er flakaskorin, skorin í bitar og síðan stoytt í tunnur og marinerað. 

Hetta er ein hágóðskurávøru, sum fer til víðari góðskingar í Skandinavia. 

Sildin hjá Tavuni verður at finna á mongum jólaborðum í okkara grannalondum.

- Her hava tey ta siðvenju at hava "alt gott úr havinum" um jólahøgtíðina.

Úr Leirvík verður sagt, at Jupiter hevur fiskað sildina, sum Tavan arbeiðir.

- Góðskan á sildini hevur verið sera góð, verður lagt aftrat.