VERND
Í heyst hevur Fiskiveiðieftirlitið tikið fiskiloyvi frá skipum og bátum, tí hesir hava havt ov nógvan smáfisk uppi í veiðini. Hetta er ein heldur óvanlig støða, tá ræður um tosk. Hinvegin er tað væl kent millum teir, sum fiska við partrolarum, at so nógvur smáupsi kann vera á ymiskum leiðum, at Fiskiveiðieftirlitið noyðist at steingja fyri veiði.
Ein vanligan søludag á Fiskamarknaði Føroya er meginparturin av tí, sum selt verður, toskur 3, 4 og 5.
Toskur 3 er ikki smáfiskur, men toskur, sum er 2 kilo og størri. Hetta er rímiliga góð fiskastødd, men ynskiligt hevði verið, at tann stóra nøgdin av toski, sum kemur upp á land, var enn størri.
Tá nøgdirnar av toski 4 eru eins stórar og nøgdirnar av toski 3, er nærliggjandi at hugsa sær, at ein stórur partur av toski 3 liggur í niðara enda í vekt. Tað merkir, at helst vigar ein stórur partur av hesum fiski 2-3 kilo, samstundis sum stóru nøgdirnar av toski 4 viga minni enn 2 kilo hvør fiskur.
At so eisini nøgdirnar av toski 5 eru størri enn gott er, sigur okkum, at toskurin, sum veiddur verður, í síni heild ikki er stórur fiskur.
Royndir við húki
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, ásannar, at tað er ikki lætt at verja ungfiskin, sum nú í stórum tali er á landgrunninum.
- Fiskiveiðieftirlitið hevur stongt økir, tí ov nógvur smáur toskur hevur verið á leiðunum, og hetta er einasti møguleiki, ið eftirlitið hevur.
Stjórin sigur, at Havstovan nú arbeiðir við eini nýggjari roynd, sum hevur til endamáls at royna størri og ymiskar húkar, eins og ætlanin er at royna ymiskt agn.
Hann sigur, at hetta er ein ætlan, sum Havstovan ætlar at fremja saman við útróðrarmonnum.
- Vit kundu hugsað okkum eitt samstarv við nakrar útróðrarbátar, har stubbar á línuni hava størri húkar enn vanligt, eins og vit kundu hugsað okkum, at egnt varð við ymiskum agni.
Eilif Gaard sigur, at slíkar royndir eru honum kunnugt ikki gjørdar undir Føroyum áður, og hann sigur seg slett ikki duga at meta um, hvat úrslitið kundi verið.
- Vit vita slett ikki, hvørja ávirkan hetta kundi fingið á støddarbýtið av veiðini, men vit halda, at hetta hevði verið eina roynd vert, sigur hann.
Peningur skal til
Stjórin sigur, at hesar royndir verða ikki gjørdar í hesum árinum, men hann kundi hugsað sær, at Havstovan fekk fíggjarligt rásarúm til at gera hesar royndir saman við útróðrarmonnum fyrst í komandi ári.
- Vit hava tosað við Fiskimálaráðið um hesar ætlanir, men vit hava onga ábending um, hvørt vit kunnu vænta okkum nakrar eyka krónur til hesar royndir haðani.
Eilif Gaard ásannar, at tað er strævið at fáa endarnar at røkka, og tí er neyðugt, at stovnurin kann útvega sær fígging til hesar royndir.
- Tað eru onkrir grunnar, sum vit kunnu søkja fyri at røkka hesum máli, og hesir grunnar verða nú royndir, sigur hann.
Stjórin á Havstovuni heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at stovnurin ger sítt til at royna gongar leiðir, soleiðis at ungfiskur í minni mun verður veiddur ov tíðliga.
- Men, sum sagt, vita vit slett ikki, um húkastøddi og ymsikt agn kunnu minka um talið av ungfski á línuni, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.