Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár, er annar partur av greinarøðini um spælaramenning í føroyskum fótbólti. Her verður millum annað tosað við Milan Cimburovic, ið er høvðusungdómsvenjari hjá HB.
Í samrøðu við ÍtrottarSosialin greiðir hann frá gongdini og raðfestingini hjá HB í løtuni. Tað er avbjóðingar, tí bestu spælararnir enda í útlendskum feløgum, meðan tað er torført at halda øllum til, tá tað eru so nógvir spælarar.
100 spælarar á vøllinum
Tað kemur javnan fyri, at HB hevur næstan 100 spælarar á vøllinum í senn. Tá er torført at geva teimum eina góða venjing, men tað blívur eisini torført hjá einum venjara ella felagi at fylgja tí einstaka spælaranum.
- Tað er ein stórur trupulleiki, tá vit hava so nógv børn á vøllinum í senn. Vit verða noydd at skipa venjingina í smáum økjum. Tað gevur nakrar styrkir, men vandin er at spælararnir ikki sleppa at spæla á størri økjum, og venjararnir hava verri við at fylgja tí einstaka vspælaranum, sigur Milan Cimburovic.
Les eisini: (Jógvan Martin Olsen) Ein fjórðing til ungdómsdeildina
Trupulleikin við plásstroti er so stórur, at tað ber als ikki til hjá HB at flyta ein dyst. Skráin er á tremur við venjingum og dystum. So nógv, at tað mangan kemur fyri, at besta liðið bara fær ein hálvan vøll.
- Eg havi aldrin fyrr upplivað, at eitt Effo-lið venur á hálvum vølli og hálvt hundrað børn venja á hini hálvuni, sigur Milan Cimburovic brosandi.
HB, B36, Giza Hoyvík og Undrið brúka øll teir tríggjar vøllirnar, sum eru í Gundadali. Hann heldur eisini, at tað er í tøkum tíma, at vøllurin í Hoyvík er komin.
Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti
- Tað kemur vónandi at gera umstøðurnar betri, men eg kundi sagt tað soleiðis. Um tað kom ein vøllur afturat í Gundadali, so hevði hann eisini verið fult bookaður. So stórur er trupulleikin, sigur Milan Cimburovic, ið leggur afturat, at fekk HB ikki tíðir á Tórsvølli frá Fótbóltssambandinum. so hevði tað ikki gingið upp.
Brot úr grein í Sosialinum 19. juni 2017
Í fyrsta parti av greinrøðini bleiv tosað við fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin Olsen og Thomas Thinggaard, og venjaran hjá NSÍ, Anders Gerber. Í øðrum parti av greinarøðini verður tosað við høvðusungdómsvenjaran, Milan Cimburovic, og Eli Hentze, ið fótbóltsmennari og hevur røkt flestu leiklutirnir í lutfalsliga lítla felagnum, B71.