HB tók seg í góðveðrinum í Gundadali seinnapartin nærri toppinum við 5-0 heimasigri ímóti 07 Vestur. Nú bæði liðini hava spælt 15 dystir, eru tað átta stig frá HB á triðja plássi og fram til toppliðið KÍ.
HB var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik, og tá ið seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal, varð spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Tá økti HB um leiðsluna til 2-0, og ta støðuna vóru vágamenn – ikki uttan orsøk – ógvuliga misnøgdir við. Dómarin bríkslaði fyri innkasti til 07 Vestur, men, meðan ein av 07 Vestur monnunum stóð á síðulinjuni við bóltinum, varð avgerðin broytt at vera fríspark til HB. Heimamenninir gjørdu skjótt av, og meðan gestirnir ikki vóru í javnvág, lyfti toppskjúttin Mikkel Dahl bóltin upp um frammarlaga stadda Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum.
Gestirnir vóru frustreraðir, og dómarin vildi ikki finna seg í tí, sum annars óføri og vanliga siðiligi Høgni Egilstoft Nielsen hevði at siga um avgerðina, og so var 07 Vestur undirmannað í 40 minuttir.
Sammett við undanfarnu ferðirnar var HB liðið nógv broytt. Stefan Radosavljevic, sum seinastu ferðirnar ikki hevur verið so fastur millum teir fyrstu ellivu, setti í fyrra hálvleiki hol á við fínum langskoti, og seinna partin av seinna hálvleiki vóru tað Áki D. Samuelsen við stútara og Adrian Justinussen við skoti av brotsteigarmarkinum og dygst inn við stólparótini, sum øktu um munin til 4-0. Í síðsta sekundi vísti Adrian Justinussen, at kanónin aftur er stillað, sum hon var undan beinbrotinum fyri meiri enn einum ári síðani. Hann pløkkaði eitt sindur úr høgru og úr 23 metrum bóltin dygst undir handaru samankomingina og so var 5-0.
HB hevur í dag sett trý stig og fimm mál, sum kunnu fara at eiga stóran týdning seinni í ár, inn á kontuna, og nú venda teir sær ímóti Europa og ferðini niður til Ísrael og dystin hóskvøldið ímóti Maccabi Haifa.
Hjá 07 Vestur kennist úrslitið í Gundadali sjálvandi ógvuliga tungt. Nú er týdningarmikið at gloyma tað og heldur fokusera á avrikið fyrstu 50 minuttirnar. Tað var gott, men spurningurin verður ongantíð svaraður, hvussu tað hevði tørnað út, um óhepna 2-0 málið og reyða kortið ikki vóru veruleiki so tíðliga í seinna hálvleiki.
HB – 07 Vestur 5-0 (1—0)
1-0: Stefan Radosavljevic
2-0: Mikkel Dahl
3-0: Áki D. Samuelsen
4-0: Adrian Justinussen
5-0: Adrian Justinussen
Dómari: Aron Sofus Vest
HB: Teitur Matras Gestsson – Mads Bo Mikkelsen, Hørður Askham, Heðin Hansen, Ási Dam – René S. Joensen, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Áki D. Samuelsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Marius Hagen, Martin Heilberg Pettersen – Teitur Olsen, John Fagerström, Predrag Jeremic