HB-ari skiftur til 07Vestur

- Eg havi hug at royna okkurt nýtt og eg haldi hetta sær spennandi út. Eg hevði okkurt tilboð frá bestu deildini, men haldi at hetta sum 07Vestur hevur her, er sera spennandi, sigur Jóhan Ejvind Mouritsen.

 

Skiftið fall endaliga uppá pláss í dag og Jóhan Ejvind verður partur av 07Vestur liðnum, sum í morgin skal spæla ímóti AB á Argjum. Jóhan Ejvind hevur í ár bara spælt á næstbesta liðnum hjá HB.

 

- Munurin á 1.deild hjá HB og 07Vestur er, at 07Vestur hevur uppflyting at spæla fyri, tí tað er besta liðið hjá teimum, sigur Jóhan Ejvind, sum í 2008 royndi seg í TB.

 

07Vestur hevur 22 stig á triðja plássi, eitt stig aftanfyri KÍ, sum er á øðrum plássi. TB liggur fremst við 25 stigum.