HB býr á luksus yacht

HB fyrireikar seg í hesum døgum til útidyst móti Lincoln FC á Gibraltar og føroyska felagið býr á flottari luksus yacht.

Sum skilst, so hevði HB ætlanir um at búgva í Spania, meðan teir skuldu spæla á Gibraltar. UEFA hevur tó ein regul sum sigur, at liðið skal búgva í sama landið sum teir skulu spæla, teir seinastu 24 tímarnar áðrenn dystin. 

 

Av tí at lutakastið ikki var fyrrenn seint í juni, var HB seint úti til at finna hotel. Tískil býr HB nú á einari 5 stjørnaðari yacht á Gibraltar.

 

Yachtin lat upp í marts 2014 og kostaði hon 1,125 milliard krónur. 

 

HB spælir fyrra undankappingardystin í Champions League móti Lincoln FC í annaðkvøld klokkan 19:00 føroyska tíð.