HB er eirindarleyst

Illa sperdu klaksvíkingarnir løgdu bragdliga fyri, men teir høvdu ikki tyngdina, sum var neyðug, um teir skuldu svara aftur, eftir at HB hevði sektað mistak og fingið nyttu burturúr deyðbóltum

Jóannes Hansen
----
Tað hevur onkuntíð verið lívligari í Gundadali, tá ið KÍ hevur vitjað HB, enn tað var ígjár. Heimaliðið vann 3-0, og síðstu tjúgu minuttirnar var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Tí tá var tað týðuligt, at gestirnir høvdu mist trúnna á, at tað skuldi bera til at svara aftur, og tað var eisini týðuligt, at um heimaliðið hevði kenst trýst á sær, so hevði tað borið til at trýst meiri á speedaran og harvið at økt um sannlíkið fyri størri leiðslu.
Breiddin á HB liðnum er stór, royndirnar eru nógvar, mistøkini eru lutfalsliga fá, og so hevur tað sera stóran týdning, at úrtøkan burturúr møguleikunum – serliga deyðbóltsstøðunum - er stór.
Soleiðis var tað eisini í gjár. Gott og væl fimm minuttir undan steðginum bóru heimamenninir skjótt at. KÍ misti ofta í uppspælinum. Í hesum førinum var Andrew av Fløtum, ið er komin seg eftir skaðasteðg, arkitekturin. Kristin R. Mouritsen varð spældur leysur innanfyri verjuna, sum var á veg fram. Tað tóktist ikki vera heilt vandamikið, tí miðverjin Oddmar Marsten var við at fáa tak á støðuni. Men so var tað, at KÍ málverjin valdi at leypa út úr málinum, og tað varð sektað. Kristin R. Mouritsen lyfti hegnisliga bóltin upp um málverjan, og hann fór inn um strikuna, áðrenn Heðin á Lakjuni náddi eftir honum.
Eftir steðgin var HB meiri ágangandi enn í 1. hálvleiki. Men inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki var bara eitt mál á muni, og harvið lúrdi møguleikin fyri, at KÍ kundi javnað. Eftir lítlari løtu nýtti HB tvær ferðir eitt av bestu álopsvápnunum hjá liðnum, og so var 3-0 og liðugt. Vápnið er at umseta hornaspark til mál. Jóhan Troest Davidsen stútaði við nærra stólpan í fyrra førinum, og í seinna førinum var tað Fróði Benjaminsen, sum mitt fyri málinum skoraði.
Hetta var enn ein sigur í røðini hjá HB fram ímóti meistaraheitinum, sum liðið fer at vinna. Spurningurin er ikki, um HB verður meistari, men heldur nær tað verður staðfest. Sum tað sær út í løtuni, so verður tað um minni enn tveir mánaðir.

Stór uppgáva
Hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum í KÍ er uppgávan stór. Í fleiri teimum seinastu umførunum hevur tað í løtum ikki verið so galið, men tá ið stig ikki koma á kontuna, og tá ið fleiri mál fara ígjøgnum, meðan tað í hinum endanum tykist vera torførari at fáa hol á, so kann ikki sigast annað, enn at talan er um stórt trýst og ikki frítt fyri kreppuráka.
Í Gundadali í gjár legði KÍ væl fyri. Tað kendist vera avrátt, at heimaliðið skuldi steðgast frammarlaga á vøllinum, og at tað so snúði seg um at fara í skjót mótálop. Tað riggaði nakrar ferðir, og ein annar vinkul upp á tað, sum sást á vøllinum enn at heimaliðið ikki var væl upplagt, kundi verið, at orsøkin var tann, at verjuspælið hjá klaksvíkingum riggaði væl.
Áhugin var ikki so stórur at broyta taktikk, hóast HB undan steðginum legði seg á odda. Og fyrstu løtuna eftir steðgin var um reppið, at tað eydnaðist at javna. Hjalgrím Elttør var brádliga – eftir misskiljing í HB verjuni – púra blankur og fyri næstan opnum máli, men í staðin fyri at seta bóltin í netið, so brast bólturin í stólpan.
Sovorðið er eyðkent fyri tey, sum ikki hava marginalirnar við sær, og sum eru tyngd av, at sjálvsálitið minkar heldur enn at vaksa. KÍ hevur ikki vunnið síðani 28. apríl, og seinastu tríggjar ferðirnar – á útivølli ímóti ÍF, EB/Streymi og HB – eru tíggju mál farin ígjøgnum. Sovorðið er ikki bara bara at rætta upp aftur. Næsti møguleikin verður í Sørvági leygardagin. Tað eru fýra stig aftur til niðurflytingarpláss, og um tað ikki eydnast at vinna fult á Dungasandi, so verður orduligt kjøt á krepputosinum!

HB-KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Kristin R. Mouritsen 38.
2-0: Jóhan Troest Davidsen 69.
3-0: Fróðï Benjaminsen 72.
Dómari: Anders Gjermshus
HB: Teitur M. Gestsson
Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen
Tróndur Jensen Alex José dos Santos (Heini Vatnsdal, 41.)
Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen
Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen (Bartal Wardum, 82.), Símun Samuelsen
Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 76.)
Gult kort: Símun Samuelsen


KÍ: Meinhard Joensen
Oddmar Marsten, Sørmund Kalsø
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen, Kristoffur Jakobsen (Ivan Joensen, 70.)
Álvur F. Christiansen (Johan Jacobsen, 78.), Hjalgrím Elttør, Ísak Simonsen (Tórur Justesen, 70.)
Páll Klettskarð

Gult kort: eingin