Champions League
Lutakastið til Champions League undankappingina var ikki meira enn liðugt, áðrenn søgurnar um komandi HB-spælarar fingu bein at ganga á.
Við møguleikanum fyri einum dysti móti Liverpool í næstu umfarinum, er talan í øllum førum eina fíggjarliga gularót av teimum heilt stóru. Og hetta ásannaði stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinur Mittelstein, eisini, tá vit sunnukvøldið fingu orðið á hann.
- Nú eri eg akkurát lendir, so vit hava ikki fingið tosað nakað serliga nógv um hetta. Men eg skilji, at søgurnar eru nógvar.
Men er ikki hald í søgunum skilt á tann hátt, at tit veruliga arbeiða við at styrkja um liðið?
- Tað er sjálvandi nakað, sum vit fara at viðgera. Enn fái eg bara ikki sagt, hvat tað blívir til, ella um tað yvir høvur verður til nakað, staðfestir Steinfinnur.
Nógvar milliónir
Um fíggjarliga partin í einum møguligum dysti móti Liverpool, dylir Steinfinnur ikki fyri, at talan kann gerast um heilt munandi upphæddir, um felagið kemur somikið langt.
Tøl sum fimm og tíggju milliónir hava verið nevnd, og hóast Steinfinnur ikki kann vátta hesi, so verður tað heldur ikki avsannað.
- Eg royndi alt fyri eitt at spyrja umboðið fryi SportsFive, hvat ein slíkur dystur kann verða verdir, men eg fekk einki greitt svar. Men talið liggur helst onkra staðni har ímillum, sigur hann.
Og verður rætt borið at, so kann talan helst gerast um heilt stórar upphæddir. Í mun støðuna, sum onkra tíð hevur verið, so hevur HB ikki longur nakrar fasta avtalu um sjónvarpsrættindi. Tað merkir, at hvør dysturin verður seldur fyri seg, og so kann ein dystur móti Liverpool væl kostað heilt nógv. Hartil skulu leggjast lýsingarinntøkur og áskoaðarapeningur, so samanlagt kann talan gerast um eina heilt trivaliga upphædd.
Men fyrst, so skulu teir báðir dystirnir móti Kaunas sjálvandi spælast, og bara tað í sjálvum sær kann væl gerast ein stór uppgáva!