Tað er nú greitt, at einki lið kann rópa sg føroyameistara í bestu mansdeildini, fyrr enn seinasta umfar í landskappingini er leikt.
Støðan kundi annars verið øðrvísi, um løgfrøðisligu ráðgevarnir hjá FSF mettu, at VB er fremsta liðið í landinum í løtuni.
Ísak Mikladal váttar, at svarið hann í dag hevur fingið frá løgfrøðisligu ráðgevunum staðfestir, at HB er fremsta lið í landinum.
Tað hevur annars verið ivamál um,hvussu grein 33, petti 2, í kappingarreglunum skal tulkast. Her verður boðað frá, at standa lið á jøvnum, eru innanhýsis dystir avgrandi fyri, hvat lið er fremri. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgrandi.
Teir báðir dystirnir millum VB og HB í ár endaðu báðir javnir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági. Stóri spurningurin hevur verið, um tað eigur at vera vágbingum til fyrimuns, at teir hava skotið fleiri mál á útivølli, soleiðis sum tað eitt nú er galdandi, tá semifinalur og finalur í FSF verða leiktar.
Vágbingar hava hildið fast um, at útivallarmál eiga at telja við, meðan HB'arnir hava sagt, at hetta ikki stendur ávíst nakrastaðni.
Bert stigini telja
Nú er so staðfest, at tað bert eru stigini, sum telja í hesum føri. Í niðurstøðuni verður sagt frá, at grein 33, petti 2, bert sigur at innanhýsis dystir eru avgerandi. Hetta verður tulkað soleiðis, at stig vunnin í innanhýsis dystum eru avgerandi. Skuldi talan verið um málmun, átti hetta at verið staðfest í reglunum.
Tað merkir samstundis, at mál als einki hava at siga í hesum føri.