HB er stórfavorittur á Skála

Kvinnur: Fyri aðru ferð í ár brestur greipuvinnarin saman við væl upplagda HB

Tað eru fimm lið í bestu kvinnudeildini, og í dag er tað KÍ, sum heldur frí.

Í dag eigur EBS/Skála heimavøll undir Mýruhjalla á Skála, har HB verður gestur.

At tvífalda meistaraliðið ikki er mannað soleiðis, sum tað hevur verið tvey tey undanfarnu árini, siga tølini. Í stórsteypadystinum vann HB 7-1, og í fyrsta umfari í landskappingini legði EBS/Skála rygg til 4-1 tap á útivølli ímóti ÍF/Víkingi/B68.

 

Longu á middegi fer bólturin á rull í Gundadali, har B36 fær vitjan av ÍF/Víkingi/B68. Í fyrsta umfari tapti B36 tepurt 2-1 í Klaksvík.

 

EBS/Skála – HB: Árni Petersen kl. 17.30

B36 – ÍF/Víkingur/B68: Heini Viðoy kl. 12.15