HB er í steypafinaluni

Hóast B36 kvinnurnar vunnu grannauppgerðina í kvøld, so fer HB at umboða høvuðsstaðin í kvinnufinaluni

Tað vera EBS/Skála og HB, sum leygardagin 9. september fara at spæla finalu í steypakappingini fyri kvinnur.

Tíðliga í dag vann EBS/Skála 2-1 í Klaksvík. Harvið vann EBS/Skála seg í finaluna við samantalda úrslitinum 3-2.

Í kvøld spældu HB og B36 seinnu hálvfinalu. Í fyrru hálvfinaluni vann HB 4-1, tá ið B36 átti heimavøll.

Úrslitið í kvøld var 2-1 til B36, harvið tryggjaði HB sær pláss í finaluni við samantalda úrslitinum 5-3.

Milja R. Simonsen legði HB framum í 28. minutti, og tveir minuttir undan steðginum javnaði B36. HB málverjin var skrásettur at gera sjálvmál. B36 sigursmálið skoraði innskifta Anna Malena Højgaard, tá ið tað restaðu sjey minuttir.