Bjarni Jørgensen úr KÍ, Símun Rógvi Hansen úr B71 og Tróndur Sigurðsson úr AB fara allir at spæla við HB í 2009. Hetta hevur felagið boðað frá á ársveitsluni, sum teir hildu leygarkvøldið.
Teir eru tó ikki nýggjari enn so, at allir hava spælt í felagnum áður. Bjarni Jørgensen og Tróndur Sigurðsson eru uppvaksnir í HB, men hava síðstu árini roynt seg í øðrum feløgum. Símun Rógvi Hansen er sandoyingur, men hevur spælt við HB í unglingadeildini.
Hesi tíðindi veit heimasíðan hjá Dimmalætting at siga. Sambært teimum hevur felagið eisini longt nakrar sáttmálar við leikarar, ið eru í felagnum frammanundan. Teirra millum serbiska Milan Kuljic.