Bíða nú. Tað man fara at koma. Tey í HB skýlinum vónaðu og vónaðu, og kenslan var, at tað bara var spurningur um tíð, áðrenn hol fór at koma á, og at spurningurin tá bara fór at verða, hvussu stóran heimasigur talan fór at verða um.
Soleiðis gekk tað ikki, hóast HB í longum løtum hevði tak á bóltinum, sum varð trillaður aftur og fram. Úrslitið var málleysur javnleikur, og tað var heilt týðuligt, hvat liðið kendi seg hava tapt tvey stig, og hvat liðið kendi seg at hava vunnið eitt stig.
Skilagóði HB venjarin, Oddbjørn Joensen, var greiður í síni eftirmeting:
-Vit eru ikki nóg dugnaligir. Avbjóðingin er stór, tí mótstøðuliðið er kompakt og aftarlaga á vøllinum. Harvið verður tað trongligt hjá okkum at spæla á lítlum øki, og sum 2. hálvleikur líður, so verður tað talan um kapprenning við tíðina, og hana taptu vit.
Og mótstøðuliðið?
-Øll sóu, at 07 Vestur var komið í Gundadal at halda tørn um eina stigið. Tá ið vit ikki megnaðu at skora mál, so kann ikki sigast annað, enn at mótstøðumenninir megnaðu væl sín setning, og teir vóru væl skipaðir.
Bárður J. Heinesen, sum fyrr í ár flutti úr KÍ og í HB, fekk fyrstu ferð møguleikan frá fyrsta bríksli í fremstu røð, har hann var saman við Mouritsen brøðrunum. Einstakir opnir møguleikar spurdust burturúr, men Andras Gango var kringur í 07 Vestur málinum.
Piotr Krakowski var so mikið nøgdur við sínar fyrstu ellivu, at hann skifti ongan út. Oddbjørn Joensen setti stutt eftir steðgin Andrew av Fløtum og Heina Vatnsdal á vøllin. Vónin var at økja um hugflogið og ágrýtnið, men tað segði tað sama. Andrew av Fløtum noyddist av aftur vøllinum orsaka av vøddaskaða, og HB kom ikki nærri sigursmálinum, enn at 07 Vestur eina ferð bjargaði á málstrikuni.
Tór-Ingar Akselsen og Camara megnaðu í løtum at seta HB verjuna undir trýst, og meiri enn eina ferð hildu tey ondini í HB skýlinum, men máltalvan stóð still allar 90 minuttirnar og løtuna, sum dómarin legði aftrat, tí hann helt, at vágamenninir døllaðu sær í so nógv!
07 Vestur grindin var stongd, og HB megnaði ikki at vísa hugflogið, sum skuldi til fyri at dyrka hana upp og harvið at fáa bóltin í málið aftanfyri óføra Andras Gango!
HB er framvegis ikki farið stigaleyst av vøllinum í ár. Tríggir sigrar eru innrammaðir av tveimum javnleikum – ímóti B36 og nú 07 Vestur. Málleysi javnleikurin hesa ferð var triðja ferðin á rað, at HB verjan var púra tøtt, men tað er neyvan serlig troyst eftir tapið av tveimum stigum.
Tað er ikki á hvørjum degi og ári, at vágamenn vinna stig í Gundadali. Hetta var fyrsta stigið, sum fór úr Gundadali og vestur í Vágar síðani 27. august 1995, tá ið úrslitið millum HB og FS Vágar eisini var 0-0.