Tað var tætt og spennandi, tá næstbestu liðini hjá NSÍ og HB spældu í Runavík leygardagin.
Eitt korter var farið, tá HB fekk hol á. Talan var um fyrstu royndina hjá teimum móti málinum, tá Bárður Mortensen eftir eitt snarálop fór framvið verjuni og skoraði.
NSÍ hevði havt bóltin nógv meiri, og tað høvdu teir eisini stórar partar av tíðini, men gestirnir vóru sera snildir, tá teir royndu seg í snarálopum.
Heimaliðið javnaði, tá 20 minuttir vóru farnir, og eitt minutt seinni vóru teir á odda. Fyrra málið fingu teir uppá brotsspark, sum varð dømt fyri hands, eftir at NSÍ hevði skotið bóltin í málið. Á heimaliðnum undraðust teir á, at einki kort varð givið í sambandi við dómin. Jack Jakobsen sendi úr ellivu metrum og í kassan.
Seinna málið skoraði Bergur Hansen, eftir álop og innlegg úr høgru.
Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Eyðun Samuelsen, sum alla tíðina var ein støðug hóttan í snarálopunum, og Eyðun Højgaard legði HB framum, eftir at hann í høgru hevði fingið ein stikning innum NSÍ verjuna.
Tað var eisini brotsspark, og tað var aftur Jack Jakobsen, og tað var aftur fyri hands, tá NSÍ javnaði til 3-3, og aftur hesa ferð undraðust teir á heimaliðnum um, at einki kort varð givið í sambandi við lógarbrotið.
HB legði trýst á síðstu fimm minuttirnar, men tað tóktist sum um heimaliðið fór at halda tørn og harvið fáa eitt kærkomið stig inn á soltnu stigakontoina. Tað eydnaðist ikki.
Í síðstu løtu gav NSÍ verjan eitt óneyðugt hornaspark. HB lyfti innfyri úr høgru, og stóri miðverjin, Pætur Dahl, var hægstur og stútaði í kassan. Og dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, áðrenn vónbrotna heimaliðið fekk høvi at geav bóltin upp aftur.