HB fer við stórum sjálvsáliti út á bygd

Pílarnir peika hvønn sín veg hjá Víkingi og toppliðnum, sum í dag er gestur í Sarpugerði

Seytjanda mars hittust HB og Víkingur í Gundadali. Hetta var í øðrum umfari, eftir at HB í fyrsta umfari hevði lagt rygg til 3-0 heimatap í fyrsta umfari ímóti KÍ.

Eftir tjúgu minuttir legði Víkingur seg framum. Tá tóktist tað sum um, at hetta aftur fór at verða kiksað kappingarár hjá sigursvanda liðnum. Tann dagin endaði tað við, at HB vann 2-1. Næsta uppgerðin var ímóti grannunum í B36, og úrslitið var 1-1.

Síðani hevur HB spælt seks ferðir í landskappingini og tvær ferðir í steypakappingini. HB hevur vunnið allar dystirnar við málmuninum 25-1!

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tað verið í Gundadali. Í dag liggur leiðin aftur út á bygd. Síðsta ferðin úr høvuðsstaðnum var í Trongisvági, har 1-0 sigursmálið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

 

Hjá Víkingi hevur tað ikki verið so sannførandi. Javnleikur í landskappingini og tap ímóti Suðringum í steypakappingini vóru vónbrot. Sigurin í Klaksvík fyri viku síðani var stig rætta vegin, men heldur ikki tá var leikliga avrikið nakað at reypa av.

 

Í dag verður Hans Jørgen Djurhuus aftur á sentrala miðvøllinum hjá Víkingi. Hann hvíldi seg hósdagin, tá ið liðfelagarnir nýttu nógva orku og taptu í steypadystinum. Aleksandar Stankov var fyri fyrstu ferð í langa tíð í HB álopinum, tá ið teir reyða og svørtu hósdagin spákaðu seg til stórsigur. Tá hvíldu lyklaspælararnir Bartal Wardum, Magnus Egilsson og Tróndur Jensen seg. Teir eru tøkir aftur ídag.

 

Hóast tað ikki gekk so væl hjá HB í fjør, so eydnaðist tað at vinna 3-1 í Sarpugerði.