Undan HB ferðini suður á Sand í dag hevði B71 vunnið tríggjar dystir á rað, og HB hevði tapt tríggjar ferðir á rað.
Í dag vann HB 3-1, og nú hava bæði B71 og HB 12 stig. HB hevur spælt 9 dystir, og B71 hevur spælt 8 dystir.
Símun Samuelsen er venjari hjá teimum næstbestu í HB, og í dag hevði hann sett seg sjálvan at vera millum teir fyrstu ellivu. Tað loysti seg, tí Símun Samuelsen setti hol á, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Tá hevði B71 longu havt tveir góðar møguleikar, og átta minuttir eftir, at HB hevði lagt seg á odda, javnaði B71. Málskjútti var toppskjúttin í næstbestu deildini Clayton Soares. Aron Clementsen átti uppleggið.
B71 vann fimm hornaspørk, og HB vann trý hornaspørk. B71 vann fimm stórar málmøguleikar, og HB vann fýra stórar málmøguleikar. Men tað var bara HB, sum skoraði mál í seinna hálvleiki – tvey mál.
Tað fyrra skoraði Leivur Fonsdal Guttesen eitt stórt korter eftir steðgin, og tað seinna skoraði 19 ára gamli og innskifti Aksel Olsen, tá ið tað restaði ein minuttir. Hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini hjá honum í ár. Hann hevur áður skorað eitt mál í næstbestu deildini. Tað var í fjør.
Hósdagin fær HB vitjan av KÍ, og B71 fer at spæla á Skála.