15. UMFAR SAMANUM
Flaggdagin var fyrsta umfarið í landskappingini á skránni. Tá tapti HB í illveðri 3-1 á Skála. Tað varð mett sum ikki serliga heppin byrjan fyri meistaraliðið tvey tey seinastu árini. Gongdin nógvu tey næstu umførini vísti, at øll hini liðini eisini høvdu trupulleikar at vinna ímóti væl uppløgdu skálamonnunum.
Síðani fyrsta umfarið hevur HB ikki tapt. Stútt og støðugt tóku teir seg nærri toppinum, og síðani undan summarsteðginum hava teir vart oddasessin.
Tað resta trý umfør av landskappingini. Tað er torført at sammeta við farna tíð. Inntil 1976 var trý umfør stórur partur av kappingini. Tá vóru seks lið í bestu deildini. Síðani 1988 hava tíggju lið verið í bestu deildini.
Hvussu tað er og ikki, so er tað ikki komið fyri áður, at tað hevur eydnast einum felag teoretiskt at tryggja sær meistaraskapin, tá ið tað hava restað trý umfør. Talan er sostatt um eitt slag av meti. HB hevur eisini sett onnur met í ár. Teir hava vunnið kappingina ímóti íslendska meistaraliðnum, teir hava vunnið kappingina um Løgmanssteypið, og meistaraheitið er tað átjanda, sum HB hevur vunnið. Hetta er nýtt met.
Higartil hevur KÍ átt metið fyri flest vunnin FM heiti. Metið sum felagið, ið hevur vunnið flest FM heiti, hevur KÍ havt síðani 1953. Tá ið KÍ vann í 1945, vóru teir fyrsta felagið, sum hevði vunnið meistaraskapin tvær ferðir. Í 1950 var B36 fyrsta felagið, sum hevði vunnið FM tríggjar ferðir. KÍ var í 1953 fyrsta felagið, sum hevði vunnið FM fýra ferðir, og síðani hava klaksvíkingar runnið undan hinum feløgunum. Nú bæði KÍ og HB fara um tey hundrað, legði HB seg framum klaksvíkingarnar.
Um enn ikki eins gott, sum lagið var í HB húsinum sunnudagin, so var lagið gott á KÍ áskoðarunum á Skála. Teir skemtaðu við, at teir áttu stóran lut í FM heitinum hjá HB. Eitt var, at teirra lið við sigrinum á Skála syrgdi fyri, at HB gjørdist meistari, áðrenn HB kemur til Klaksvíkar, og eitt annað var, at tað var ein klaksvíkingur, sum við sjálvmáli var einsamallur málskjútti í Gundadali.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá KÍ í ár. Tí er væl skiljandi, at tað verður nýtt at skemta sær við, sum tað ber til at brúka. Sigurin hesa ferð var tann triði á rað hjá klaksvíkingum, og nú halda teir seg hóma heiðursmerkir í havsbrúnni. Tað skal kortini ganga ógvuliga væl hjá teimum í trimum teimum seinastu umførunum, um tað skal eydnast. Síðani summarsteðgin hevur eydnast KÍ at flyta fýra pláss upp á støðutalvuni.
HB fer sunnudagin til Klaksvíkar. Kanska er tað viðhvørt eitt sindur torført at seta seg upp, tá ið alt er avgjørt, og tú hevur vunnið. Hjá HB kom tað væl við, at teir tryggjaðu sær FM heitið í stríðnum við grannarnar í B36. Og tað kemur ikki minni væl við, um tað fer at eydnast at staðfesta sannførandi avrikið í hundranda árinum, tá ið teir sunnudagin skulu spæla í Klaksvík.
Eldur í botninum
Skála hevur undanfarnu árini víst, at tað ber til úr so at siga ómøguligari støðu í óførum endaspurti at vinna tað, sum hevur verið heilt veruleikafjart.
Toftamenn hava í fjúrtan dystum bara fingið tvey stig. Sunnudagin fóru teir á Vágseiði undir bjargingarroyndina, ið hevur sum mál at bjarga teimum sessin í bestu deildini, sum teir hava átt síðani 1981. Tað eydnaðist at vinna í Vági. Spurningurin er so, um tað fer at eydnast, ella um hetta var eitt ella tvey umfør ov seint. Sunnudagin koma fuglfirðingar á Toftir. Um B68 skal hava nakran møguleika, so skulu teir vinna ímóti ÍF, og so skulu teir í tveimum teimum síðstu umførunum vinna í hvussu so er eina ferð, meðan ÍF einki skal fáa. Tað eru harðar treytir hjá toftamonnum, men eftir at hava leitað í meiri ella minni blindum í eitt hálvt ár, tykjast teir hava funnið rætta endan.
Í tveimum teimum seinastu umførunum skal B68 spæla á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti B36. ÍF skal í tveimum teimum seinastu umførunum spæla á heimavølli ímóti B36 og í Klaksvík, har teir fluttu niður fyri fimm árum síðani.
Tað hevur verið tosað um málmun. Vert er at leggja til merkis, at ásetingarnar siga, at tað verður roknað út frá innanhýsis uppgerðum, áðrenn málmunurin kemur upp á tal. Hetta er galdani í øllum deildunum.
Stríðið um krónurnar
HB er strokið avstað við gullkrónunum og harvið rættinum at taka lut í Europa Cup fyri meistaralið. Har spiltu teir seg fyrr í summar burtur. Nú fáa teir nýggjan møguleika, og so er at vóna, at teir verða eins hepnir í lutakastinum, sum teir vóru í summar. Tað ber næstan ikki til at ímynda sær. Men í HB ætla teir sær ikki at dumma seg eina ferð afturat.
Bæði B36 og Skála taptu í fimtanda umfarinum. Alt bendir kortini á, at tað verða hesi bæði feløgini, sum innanhýsis skulu finna út av, hvør skal hava silvur og hvør skal hava bronsu. B36 eigur á pappírinum lættaru uppgávurnar. Teir skulu spæla á heimavølli ímóti VB og B68 og á útivølli ímóti ÍF. Skála skal spæla í Gøtu, á heimavølli ímóti NSÍ og á Eiði.
Eitt er, hvussu tað sær út á pappírinum. Eitt annað er, hvat feløgini fara at hava at spæla um, tá ið tey fara at standa andlit til andlit við B36 og Skála.
Eftir vónbrot omaná vónbrot vaknaði NSÍ ímóti GÍ. Gøtumenn plaga at taka til, at KÍ og NSÍ vísa nógv meiri ímóti teimum, enn tey gera ímóti øðrum feløgum. Gongdin og úrslitini í heyst tala ikki ímóti hesum.
Hjá VB tykist tað torført at halda dampinum uppi, nú allir møguleikar fyri heiðursmerkjum eru burturi. EB/Streymur er í umleið somu støðu, men teir fingu kortini strítt seg til javnleik í Fuglafirði.