HB gjørdi skjótt av

Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið HB við 2-0 sigri í Fuglafirði styrkti um sína støðu í kappingini um pláss í Europa

HB skal næstu vikurnar spæla nógvar dystir. Í kvøld var tað útsettur landskappingardystur í Fuglafirði, sunnudagin er tað landskappingardystur á heimavølli ímóti EB/Streymi, mikukvøldið um eina viku er tað fjórðingsfinala í steypakappingini á útivølli ímóti B71, og annan sunnudag er tað landskappingardystur í Trongisvági.

 

Í kvøld vóru fleiri av stuðulsspælarunum á beinkinum. Kortini var HB greitt omaná í Fløtugerði. Tá ið stórur hálvur tími var farin, var HB frammanfyri 2-0, og tað var tað. Heimaliðið hevði ongan stóran málmøguleika, og ÍF var ongantíð í nánd av at fáa bóltin framvið landsliðsmálverjanum Teiti Matras Gestsson og í HB málið.

 

Hjá HB sat toppskjúttin í bestu deildini, Mikkel Dahl, á beinkinuym alla tíðina, og tað gjørdu Heðin Hansen og Michal Przybylski eisini.

 

ÍF kendi sín leiklut. Hetta var ikki løtan, tá ið stigini fóru at koma til høldar, sum skulu vera við til at bjarga fuglfirðingum undan niðurflyting. Í verjustøðu vóru teir fimm í aftastu røð, og teir fýra á miðvøllinum vóru aftarlaga.

 

Tí var tað luturin hjá HB at spæla skjótt fyri at finna holini og vinna møguleikar. Tað eydnaðist ikki at vinna nógvar stórar málmøguleikar, og hóast tað bara eydnaðist at skora tvey mál, so var hetta væl og virðiliga at liva við. Tað fyrra málið syrgdu fuglfirðingar fyri sjálvir longu í sjeynda minutti eftir innlegg, og tað seinna skoraði Adrian Justinussen, tá ið hann eftir stóran hálvan tíma var leysur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum og flatt sendi bóltin inn við nærra stólpa.

 

Úrslitið ber við sær, at HB hevur 40 stig og er á triðja plássi fýra stig frammanfyri B36 og sjey stig aftanfyri Víking. HB hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur og B36.

 

ÍF er næstniðast við 13 stigum. Tað eru seks stig fram til B68 og EB/Streym. Sunnudagin fara fuglfirðingar í Gundadal at spæla ímóti B36.

 

 

 

ÍF – HB 0-2 (0-2)

 

0-1: sjálvmál 7.

 

0-2: Adrian Justinussen 32.

 

Dómari: Alex Troleis

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Elias J. Lervig, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Ólavur Niclasen, Pól Jákup Lundsbjerg (Ari Ó. Ellingsgaard, 57.) – Emil Weihe Joensen (Tóri Nolsøe Olsen, 75.), Steinbjørn Olsen, Bogi Reinert Petersen (Sámal Joensen, 71.), Karl Løkin – Hans Jákup J. Lervig

 

Gult kort: Pól Jákup Lundsbjerg

 

Venjari: Agnar Prestá

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen (Ási Dam, 85.) – René S. Joensen, Dan í Soylu, Stefan Radosavljevic – Hilmar Leon Jakobsen (Áki D. Samuelsen, 62.), Jákup L. Thomsen (Pætur J. Petersen, 71.), Adrian Justinussen

 

Gult kort: Dan í Soylu

 

Venjari: Kevin Schindler

 

21192083659
Víkingur211452471947
HB201244591740
B3621993382236
NSÍ22958373432
07 Vestur216411285922
EB/Streymur205411173819
B68215412245419
ÍF213414205013
TB20031710643

 

 

 

Sunnudagin 19. september

 

KÍ - 07 Vestur

 

Víkingur - B68

 

NSÍ - TB

 

HB - EB/Streymur

 

B36 - ÍF