HB hevur skift fólk

Havnarmenn eru sjálvandi ikki nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki í Klaksvík, har KÍ er á odda 1-0. Nú tað verður farið undir 2. hálvleik, eru tveir nýggir spælarar skiftir inn á HB liðið. Kári Nielsen er komin á vøllin í staðin fyri Ólav í Ólavsstovu, og ytst á miðvøllinum í vinstru er Rógvi Poulsen komin á vøllin í staðin fyri Hendrik Rubeksen.