21. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin, tá ið toppdystur verður á Argjum, har oddaliðið, FC Suðuroy fer at vitja.
Mesta umrøðan eftir 20. umfar fyri einari viku síðani var um næstbesta HB liðið, sum ikki orkaði at fara til Suðuroyar. Í dag HB spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og nú veit HB heimasíðan at siga, at næstbesta liðið hevur fingið nýggjan venjara: Allan Mørkøre takkaði fyri seg eftir 2-0 tapi á heimavølli ímóti Skála í 19. umfari. Fyri einari viku síðani eydnaðist ikki at manna lið, tá ið HB skuldi til Suðuroyar, og nú er Frankie Jensen nýggjur ábyrgdarmaður fyri næstbesta liðnum. Setningurin hjá honum og liðnum er at sleppa av niðurflytingarplássinum, sum HB liggur á. Frammanundan er Frankie Jensen venjari hjá HB unglingunum, sum eru oddalið í unglingadeildini, har teir eisini eru annar parturin í steypafinaluni.
Men tað er á Argjum, at toppdysturin er. FC Suðuroy hevur ikki tapt, nú kappingin er 20 umfør er gomul. Felagsliðið úr sunnaru helvt er greiður favorittur at flyta upp, og tað verður liðið eisini, um tað ikki eydnast at vinna úrtøku ídag.
AB er næstfremst og harvið besta boðið upp á seinna uppflytingarplássið. AB er trý stig frammanfyri TB, sum er stórfavorittur á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Í 3. umfari hevði AB vitjan av FC Suðuroy, sum fór suður aftur við 3-2 sigri. Tá ið liðini hittust á Vágseiði í 12. umfari, var úrslitið 2-2.
Skála, sum kappast við NSÍ um fjórða plássið, verður partur av grannauppgerð í Streymnesi, har heimaliðið framvegis kennir tað brenna undir sær. Tað ger FC Hoyvík, sum seint seinnapartin fær vitjan av Víkingi, eisini.
21. umfar
TB-07 Vestur: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
EB/Streymur-Skála: Hallur Christiansen kl. 15.00
AB-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 16.00
HB-NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
FC Hoyvík-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 17.00
FC Suðuroy 52
AB 46
TB 43
NSÍ 32
Skála 31
Víkingur 25
FC Hoyvík 20
EB/Streymur 19
HB 18
07 Vestur 0