HB hevur táttað í

Lagið er gott í HB ferðalagnum, sum nú er á veg um Skopunarfjørð.

Í viðførinum er 2-0 sigur á B71, og sigurin ber við sær, at meistararnir rættuliga hava styrkt um sína støðu í toppinum.

Fyri tíggju døgum síðani var fjarstøðan frá HB og fram til NSÍ átta stig. Eftir umfarið í hesum vikuskiftinum er munurin tódnaður niður í tvey stig.

Eftir stórt korter var tað liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum setti hol á. Hann stýrdi bóltin í málið, eftir at Rógvi Poulsen hevði lagt flatt innfyri úr vinstru.

Seinna málið skoraði Andrew av Fløtum, tá ið bara ein lítil løta restaði. Eisini hesa ferð var tað Rógvi Poulsen, sum átti uppleggið. B71 spenti álopsbogan, og í snarálopi sneiddi Rógvi Poulsen fleiri av, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Andrewi av Fløtum.

Sandoyingar vóru undirmannaðir í meiri enn ein tíma. Símin Hansen varð vístur av vøllinum miðskeiðis í 1. hálvleiki.

Hóast tapið í dag er B71 framvegis omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað eru sandoyingar, tí liðini undir strikuni einki stig megnaðu at vinna ídag.

 

B71-HB 2-0 (1-0)

1-0: Fróði Benjaminsen 17.

2-0: Andrew av Fløtum 87.

Dómari: Eiler Rasmussen

B71: Predrag Markovic ? Jóhannes Jensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Mikkjal Hentze ? Høgni Midjord, Danilo Kovasevic, Marko Stanic, Símin Hansen, Ebbe Kristin Thomsen (Mads Hentze, 78.) ? Thomas Hans Rubeksen (Bogi Hermansen, 55.)

Gult kort: Símin Hansen

Reytt kort: Símin Hansen 35.

HB: Tórður Thomsen ? Pætur Jørgensen (Hanus Thorleifsson, 90.), Þórur S. Hreiðarsson, Rógvi Holm, Henrik Rubeksen ? Rógvi Poulsen, Milan Kuljic (Páll Mohr Joensen, 78.), Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Rókur Jespersen (Levi Hanssen, 68.)

Gult kort: Pætur Jørgensen

 

-------

 

Liðugt

0-2

 

90 min

0-2

Hóast dómarin ikki hevur bríkslað fyri síðstu ferð, so er spenningurin farin úr uppgerðini.

Andrew av Fløtum skoraði, eftir at Rógvi Poulsen hevði sneitt fleiri av sær og síðani legði bóltin fyri føturnar á Andrew av Fløtum, ið legði bóltin í tóma málið.

 

-------------

 

80 min

0-1

Sandoyingar hava higartil megnað at hildið tørn um 0-1, hóast teir nú hava verið undirmannaðir í tað mesta av einum tíma.

Sandoyingar hava spent álopsbogan, og m. a. tað hevur borið HB møguleikar við sær. Tann størsta átti innskifti Levi Hanssen, men møguleikin varð søplaður burtur.

 

-------------

 

55 min.

0-1

Gongdin hevur verið tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki. HB hevur tó flutt seg longri fram á vøllin, enn havnarmenninir vóru stórar partar av 1. hálvleiki.

Hjá B71 er Bogi Hermansen komin inn ístaðin fyri Thomas Hans Rubeksen. Bogi er farin á miðvallarplássið í høgru, og Høgni Midjord er fluttur fram í álopið.

 

----------

 

Hálvleikur

0-1

Sandoyingar hava síðstu løtuna verið leikliga omaná, hóast teir eru undirmannaðir.

HB tykist hava gjørt av at bíða eitt sindur eftir sandoyingum og so í skjótum álopum at leypa á.

 

----------

 

40 min.

0-1

Sandoyingar eru undirmannaðir, eftir at dómarin hevur víst Símini Hansen reyða kortið. Mest eyðsýndi spælarin higartil hevði sæð gult tíðliga í dystinum, men dómarin vísti honum beinleiðis reytt kort.

 

------

 

25 min.

0-1

 

HB legði seg á odda eftir eitt korter. Málskjútti var Fróði Benjaminsen, sum stýrdi bóltin í málið, eftir at Rógvi Poulsen hevði lagt flatt innfyri úr vinstru.

 

Fimm minuttir eftir málið hevði HB risa møguleika, men Fróði Benjaminsen setti bóltin við síðuna av mest sum tóma málinum.

 

--------

 

Annars vóru tað sandoyingar, sum løgdu bragdligari fyri í heimadystinum ímóti HB. Tvær ferðir var um reppið, at bólturin fór í HB málið, men havnarmenninir vardu fyri til horna ? aðru ferðina bjargaðu teir á strikuni.

 

B71-HB kl. 15

Dómari: Eiler Rasmussen

B71: Predrag Markovic ? Jóhannis Jensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Tummas Clementsen ? Høgni Midjord, Danilo Kovasevic, Marko Stanic, Símin Hansen, Mikkjal Hentze, Ebbe Kristin Thomsen ? Thomas Hans Rubbeksen

HB: Tórður Thomsen ? Pætur Jørgensen, Þórur S. Hreiðarsson, Rógvi Holm, Henrik Rubeksen ? Rógvi Poulsen, Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum, Rókur Jespersen