Síðsti dysturin í hesum umfarinum av formuladeildini verður í Gundadali í kvøld, tá HB tekur ímóti GÍ.
Undan dystinum liggur HB á fjórða plássi, meðan GÍ liggur á sjeynda plássi, og tí má HB taka rolluna sum favoritt á sínar herðar. Og vinnur HB dystin, so kunnu teir fara fram við EB/Streymi upp á triðja plássið, sum sjálvsagt gevur bronsuheiðursmerkini.
Hjá GÍ er tó eisini umráðandi at vinna dystin, tí vinna teir, so kunnu teir leggja seg undir liðuna á Skála á fimta plássi.
Hyggur man eftir hagtølunum, so er tó nógv, sum bendir á, at heimaliðið kann vænta sær ein harðan dyst. Sísðtu tvær ferðirnar, sum HB og GÍ hava møtt hvørjum øðrum í Gundadali, hevur GÍ vunnið, so nú er spurningurin, um HB klárar at venda keðiligu gongdini ímóti gøtumonnum, ella um GÍ enn einaferð tekur HB á bóli.
Dysturin ímillum HB og GÍ verður á ovara vølli í Gundadali í kvøld kl. 18.00.