FM favorittarnir í HB hava seinnapartin stóran møguleika at taka stórt fet fram ímóti FM heitinum.
HB fær vitjan av Víkingi. Um tað eydnast heimaliðnum at vinna fulla úrrtøku, so verður FM vegurin upp aftur breiðari, enn hann longu er. Tað bíða HB fimm dystir. Tríggir eru á heimavølli – umframt ímóti Víkingi fær HB vitjan av NSÍ og TB, og so skal HB út á Argir, áðrenn tað verður rundað av í Klaksvík.
Full úrtøka í dag og ímóti NSÍ, TB og AB fer at bera við sær, at alt verður avgjørt undan síðsta umfari. Og tað kann tað fara at vísa seg at vera, hóast HB á vegnum ikki vinnur fulla úrtøku, tí KÍ skal vinna fuilla úrtøku hvørja ferð, um nakar møguleiki skal vera at endurvinna FM heitið. KÍ skal mikukvøldið spæla ímóti B36, og so bíða bæði NSÍ og Víkingur umframt AB og ÍF.
Higartil hevur HB vunnið fulla úrtøku á heimavølli í øllum dystunum uttan ímóti KÍ, sum fór úr Gundadali við 3-3 javnleiki.
HB vann 3-0 í Gundadali ímóti Víkingi, og í Sarpugerði endaði tað við 3-1 sigri til HB.
Tað er stór kapping um plássini á HB liðnum, hóast fleiri spælarar eru skaddir. Álopsspælararnir Teit Jacobsen og Jákup L. Thomsen venja framvegis fyri at koma fyri seg eftir at hava verið skaddir alt árið, og miðverjin Delphin Tshiembe og miðvallarin Mikkel Frankoch eru eisini skaddir. Tað er ivasamt, um Mads B. Mikkelsen og René S. Joensen eru førir fyri at spæla.
Sjey tær seinastu ferðirnar hevur Víkingur vunnið fulla úrtøku. Víkingur hevur ikki tapt, síðani HB fór úr Sarpugerði við 3-1 sigri.
Nýggi venjarin, Jóhan Petur Poulsen, hevur ikki enn roynt annað enn at vinna. Í dag bíðar honum størsta avbjóðingin av øllum. Bergur Gregersen, sum hevur verið vongverji í vinstru allar dystirnar síðani venjaraskiftið, er leikbannaður, og Elias Lervig, sum frammanundan oftast var vongverji í vinstru, er skaddur í økslini. Ingi Jonhardsson og Geza David Turi hava síðstu vikurnar verið skaðadarvaðir.
HB - Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00.