HB kom úr tronganum við Margáir

EB/Streymur var á sigurskós, tá ið Búi Egilsson 18 minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til mál, men so svaraði HB aftur

Eina løtu vóru teir í HB illa sperdir, men teir góvu ikki skarvin yvir, og so megnaði HB síðstu løtuna at skora tvey mál og harvið vinna 2-1 favorittsigurin, sum ber við sær, at HB er á heiðursmerkjaplássi, og at tað er eitt stig fram til KÍ og trý stig fram til NSÍ.

 

Hóast HB fyri nógv størsta partin av tíðini var leikliga omaná, og tað mesta gekk fyri seg á heimahálvuni við Margáir, og tað ofta var spenningur í og kring brotsteigin, so var tað málleyst, tá ið fyrri hálvleikur var liðugur, og tað var málleyst, inntil tað restaði eitt stórt korter.

 

Í eyðkenda stílinum var verjan hjá EB/Streymi sera væl skipað, og í onkrum førum eydnaðist tað heimaliðnum at vinna seg í álop. Tá ið tað restaðu 18 minuttir, bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, og tað umsetti Búi Egilsson til 1-0. Hetta var fyrsta málið hjá Búa í landskappingini í ár.

 

At EB/Streymur legði seg á odda bar við sær, at HB spenti álopsbogan uppaftur meiri, enn teir longu høvdu gjørt. Dan í Soylu og Erik Sorga avloystu beinanvegin eftir steðgin ávikavíst Mido Diop á miðvøllinum og Stefan Radosavljevic í álopinum, og tað var Dan í Soylu, sum tíggju minuttir undan leikloki átti uppleggið, tá ið miðvallarin og stríðsmaðurin Noah Mnenéy av brotsteigarmarkinum setti bóltin í málið og so var 1-1.

 

2-1 HB sigursmálið skoraði vongverjin í vinstru Ári Mohr Jónsson, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Uppleggið átti Ási P. Dam. EB/Streymur spenti álopsbogan í botn, og støðan var spent í HB brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at javna.

 

EB/Streymur er á sjeynda plássi við fýra stigum.

 

HB fer sunnudagin at spæla á Toftum, og EB/Streymur fer mánadagin um eina stóra viku at spæla í Runavík.

 

Í kappingini um løgmanssteypið fær HB mikudagin vitjan av B71, og hósdagin fær EB/Streymur vitjan av NSÍ.