Tíðliga seinnapartin tryggjaði næstbesta liðið hjá HB sær trý stig í Gundadali. Teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu, og tað vóru gestirnir, sum løgdu seg á odda, tá ið eitt stórt korter var farið. Málskjútti var Sonny Dalheim, sum eftir horna úr vinstru setti bóltin í málið.
Síðsta løtan undan steðginum var hendingarrík. Í 45. minutti sendi Rani Christiansen hjá HB úr meiri enn 25 metra fjarstøðu bóltin í málið, og í yvirtíðini vísti Eiler Rasmussen Meinhardi Joensen hjá Víkingi av vøllinum fyri hevnisøku.
Tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið hálvi gøtumaðurin í HB, Jóan Magnus Dalbø, eftir frísparksinnlegg úr høgru setti krúllin undir bóltin og skoraði málið, sum vísti seg at verða HB sigursmálið.
Ein hálvur tími restaði, tá ið tað manningarliga aftur stóð á jøvnum. Ingvard Vang hjá HB varð vístur av vøllinum fyri at hevna seg.