Tað leikaði leingi javnt á, og fyri tað kundi tað væl verið ÍF, sum legði seg á odda. Men hesa ferð tørnaði tað soleiðis út, sum tað so ofta fyrr í ár hevur gjørt hjá HB í Gundadali.
Andrew av Fløtum legði heimaliðið framum, eftir at HB hevði fingið bóltin av fuglfirðingum, tá ið teir vóru á veg í álop, og so var tað trupult hjá ÍF.
Miðverjin Rógvi Holm var merkiliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann eftir hornaspark staðfesti 2-0 heimasigurin.
Fulla úrtøkan ber við sær, at HB bara er eitt stig aftanfyri NSÍ, sum týskvøldið fær vitjan av B36.
HB-ÍF 2-0 (0-0)
Dómari: Dagfinn Olsen
1-0: Andrew av Fløtum 62.
2-0: Rógvi Holm 70.
HB: Tórður Thomsen ? Vagnur Mohr Mortensen, Þórur S. Hreiðarsson, Rógvi S. Holm, Hendrik Rubeksen - Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen (Símun Samuelsen, 72.) - Kristin R. Mouritsen (Rókur Jespersen, 80.), Andrew av Fløtum (Ólavur í Ólavsstovu, 90.), Rógvi Poulsen
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Tórður Thomsen, Milan Kuljic
ÍF: Jákup Mikkelsen - Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni (Ari Ó. Ellingsgaard, 70.), Frank Poulsen (Alexander Jovevic, 80.), Karl Løkin, Andy Olsen (Hanus Eliasen, 70.) - Nenad Saric, Øssur Dalbúð
Gult kort: Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Øssur Dalbúð
-----------
2-0
Liðugt!
--
90 min.
2-0
Fimm minuttir eru lagdir aftrat. Fuglfirðingar tykjast hava givið skarvin yvir, og HB spælararnir tykjast vera nøgdir.
Ólavur í Ólavsstovu hevur loyst Andrew av Fløtum av.
----
80 min.
2-0
Kristin R. Mouritsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Rókur av Fløtum Jespersen hjá HB.
Frank Poulsen er farin av vøllinum, og í hansara steð er komin Alexander Jovevic hjá ÍF.
--------
75 min.
Símun Samuelsen kemur á vøllin fyri Kára Nielsen hjá HB.
-----------
70 min.
2-0
Rógvi Holm hevur stýrt bóltin í málið eftir hornsaparksinnlegg. Hornasparkið varð dømt, eftir at Jákup Mikkelsen við meistarligari hálvbjarging hevði vart fyri roynd frá Dodda.
Ari Ó. Olsen og Andy Olsen eru farnir av vøllinum, og inn á ÍF liðið eru komnir Hanus Eliasen og Ari Ó. Ellingsgaard.
------
62 min.
1-0: Andrew av Fløtum
Heimaliðið hevur lagt seg á odda. HB fangaði bóltin í ÍF uppspæli, Andrew av Fløtum royndi seg, Jákup hálvbjargaði, og so var Andrew fyrstur á returinum.
----
50 min.
0-0
ÍF hevur havt stóran møguleika, tá ið Øssur Dalbúð eftir langa framlegging gjørdist leysur í vinstru, men HB málverjin, Tórður Thomsen, var fyrri á bóltinum uttanfyri brotsteigin. Tórður gjørdi fríspark og sá gult.
45 min.
0-0
Hálvleikur
Teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali, har tað framvegis er málleyst. Milan Kuljic hevur havt góða roynd fyri HB, men Jákup Mikkelsen vardi meistarliga væl fyri.
ÍF hevur fleiri ferðir verið tætt við, og tað hevur verið serliga vandamikið í sambandi við hornaspørk og fríspørk.
Gult kort Kári Nielsen HB.
25 min.
0-0
HB hevur júst havt fyrsta hornasparkið, meðan fuglfirðingar hava havt fimm hornaspørk.
ÍF er væl skipað í verjupartinum, og tað er meiri broddur í, tá ið fuglfirðingar leypa á, enn tað er tað, tá ið heimaliðið leypur á.
Andy Olsen hevur havt besta ÍF møguleikan.
20 min.
0-0
HB legði bragdligari fyri, og Fróði Benjaminsen hevur havt vandamikla langskotsroynd, men síðani hevur spælið hjá heimamonnunum ikki verið serliga sannførandi.
ÍF er komið meiri fyri seg, spælið hjá teimum hevur verið betri skipað, og fuglfirðingar hava tiltuskað sær fleiri hornaspørk, og onkra ferðina hevur tað verið tætt við.
------
Landsliðsspælarin hjá HB, Símun Samuelsen, er á beinkinum ímóti ÍF, tí hann er so mikið illa fyri, at hann ikki er førur fyri at spæla.
--------
HB-ÍF kl. 15.00
HB: Tórður Thomsen ? Vagnur Mohr Mortensen, Þórur S. Hreiðarsson, Rógvi S. Holm, Hendrik Rubeksen - Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen - Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen
Gult kort: Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Milan Kuljic
ÍF: Jákup Mikkelsen - Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Andy Olsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð
Gult kort: Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Øssur Dalbúð