Í kvøld verður fyrsta veruliga fótbóltsbrakið í høvuðsstaðnum. Oddaliðið B36 spælir ímóti HB, sum liggur mitt á stigatalvuni eftir fyrstu fimm dystirnar í Formuladeildini, og vinnur B36 dystin, kann felagið leggja sjógv ímillum seg og HB.
Í løtuni hevur B36 13 stig, og HB hevur 7, og endar dysturin í kvøld við sigri til B36, verða tað 9 stig á muni millum feløgini.
Hetta kann HB illa tola, og tí má reyð-svarta havnafelagið fáa stig burturúr dystinum.
Eingin Panic
HB hevur alt sítt fólk tøkt til dystin. Kári Nielsen fór út við heilaskjálvta í dystinum sunnudagin, og hann gisti á sjúkrahúsinum. Hann er tó klárur til dystin í kvøld.
Tað er nýggi serbiski miðvallarin hjá HB, Panic, ikki. Loyvini vóru ikki klár, tá ið vit tosa við HB-leiðsluna fyrrapartin í dag, og roknað var ikki við, at hann kann spæla í kvøld. Hinvegin er sannlíkt, at Panic kann spæla við í næsta dystinum hjá HB.
B36 manglar Fróða Benjaminsen til dystin í kvøld. Hann var útvístur ímóti B68 og hevur fingið leikbann í tveir dystir. Tað gevur ivaleyst pláss til Inga Højsted, sum nú spælir aftur fyri B36. Hann er góður avloysari á miðvøllinum.