HB møtir Brøndby í Conference League-undankapping

Fyrsti dysturin hjá HB í Conference League undankappingini verður ímóti danska Brøndby

 

Tá lutakast var í Nyon í dag endaði tað við, at HB møtir danska felagnum Brøndby.

Brøndby var drigið at spæla á útivølli í fyrsta dystinum.

HB spældi seg víðari við at enda nummar trý í kappingarárinum 2024.

Dystirnir í øðrum innleiðandi umfari verða leiktir 24. og 31. juli.

Fyri at koma í høvuðskappingina í Conference League skulu liðini ígjøgnum tilsamans trý undanumfør.